Eftir nøkur ár í aldudali eru klaksvíkingar nú aftur farnir at hyggja eftir hondbólti. Orsøkin til hetta er kvinnuliðið hjá Stjørnuni, sum í skrivandi løtu liggur á øðrum plássi í landskappingini, og sum hevur møguleika fyri at spæla seg í finaluna í steypakappingini.
Fyri nøkrum árum síðani var Stjørnan eisini millum tey frægastu kvinnuliðini í landinum, men tað var tá Neistin var dominerandi í kvinnuhondbóltinum. Seinastu tvey árini hevur Neistin mist sína støðu sum tað suverena kvinnuliðið. Í fjør stóð FM-stríðið í seinasta umfari millum kvinnurnar hjá Kyndli og StÍF, og í ár eru Stjørnan og VÍF eisini farin at blanda seg millum tey ovastu liðini. Tilsamans fimm lið kunnu taka stig frá hvørjumøðrum, og hini bæði liðini í deildini hava eisini loypt hvøkk á fleiri av ovaru liðunum.
Ein tann størsti hvøkkurin kom longu í fyrsta umfari av kappingini, tá Stjørnan, sum var millum niðaru liðini í kappingini í fjør, vann á føroyameistarunum Kyndli í Havn.
Hóast tað ikki gekk so væl í dystunum beint eftir henda fyrsta, so er Stjørnan í løtuni liðið, ið liggur næstovast í deildini.
Venjari hjá Stjørnuni í ár er 24 ára gamli Svein Rógvi Nielsen. Hann er uppvaksin í Neistanum og gjørdist longu sum trettan ára gamal hjálparvenjari hjá Djóna Dalsgarð og Vagni Michelsen.
Fyrstu ferð, Rógvi stóð einsamallur sum venjari, var í 1991, tá hann tók sær av dreingir 16 liðnum hjá Neistanum.
Í 1993 fór hann til Klaksvíkar at ganga í skúla, og kappingarárið 1993-94 var hann hjálparvenjari hjá Carsten Andersen, sum vandi gentur 16 ár hjá Stjørnuni.
Í Klaksvík hitti hann eisini Anniku Ljósstein, og tey halda eisini saman privat.
Venjari í Danmark
Eftir lokna skúlagongd í Klaksvík fór Rógvi Nielsen í 1995 til Danmarkar, og eisini har vandi hann gentu- og dreingjalið í aldrinum 14 til 16 ár. Í 1997-98 var hann venjari hjá unglingaliðnum í Ullerslev og Fjordager á Fjóni, og hetta liðið var á støði sum eitt føroyskt 1. deildarlið í veikara endanum, heldur Rógvi.
Harumframt hevur hann í Danmark tikið bæði grundskeið og víðkað skeið sum venjari, m.a. hjá kenda Lars Friis.
Tá Rógvi í fjør kom aftur til Føroyar í starvsvenjing í sambandi við útbúgvingina hjá sær, setti nevndin í Stjørnuni seg í samband við hann og spurdi hann, um hann hevði hug at gerast venjari hjá 1. deild kvinnum.
? Eg var beinanvegin hugaður fyri hesum, men segði ikki ja beinanvegin, greiður Rógvi frá.
Men tað var skjótt, at semja varð um, at hann skuldi taka sær av kvinnuliðnum, sum hevði havt eina heldur trupla tilveru seinastu árini.
? Eg sá, at við tí fólkinum, sum var, og við eitt sindur av tilgongd frá eldri og meira royndum spælarum kundu vit fáa eitt heilt gott lið, sigur Rógvi.
Henda tilgongdin kom við Sólvá Eystberg og málverjanum Johonnu Mikkelsen umframt Anniku Ljósstein, sum kom við heim aftur úr Danmark.
Nýggjur spælistílur
í Føroyum
Nú er eitt hálvt ár farið, og hvussu er venjarin hjá Stjørnuni so nøgdur við gongdina higartil?
? Eg eri stak væl nøgdur. Úrslitini hava verið góð, og teir yngru spælararnir eru vorðnir meira búnir. Fyrsti mánaðurin var »bedrøviligur«. Spælararnir tordu ikki at offra seg nóg nógv, men nú tora teir at blaka seg eftir bóltunum o.s.fr. Eg haldi eisini, at vit í Stjørnuni við okkara kontraspæli hava ført ein nýggjan spælistíl inn í føroyska hondbóltin, sigur Rógvi Nielsen.
Við nýggjum spælistíli sipar Rógvi til, at Stjørnan brúkar nógv tað at fara út og verja vengurnir hjá mótstøðuliðnum og í roynd og veru spælir við eini 3-3 verju. Fyritreytirnar fyri hesum spælistílinum er fyrst og fremst ein góð verja og ikki minst, at spælararnir eru í góðari konditión. Eitt nú danska manslandsliðið hevur arbeitt nógv við hesum stílinum í seinastu.
? Í verjuni hugsa vit sum so ikki so nógv um spælararnar á hinum liðnum hvør sær, men meir um bóltøkið ? eitt slag av sonuuppdekking, sigur Rógvi.
Hann heldur, at hetta hevur riggað stak væl, og úrslitini hava eisini verið góð. Onkrir dystir hava verið, har alt er kiksað ? eitt nú móti Neistanum beint fyri jól ? og tá hevur Stjørnan tapt stórt. Men sum heild hevur tað gingið væl, sum støðan í kappingini eisini ber boð um.
Konditiónin hevur sera nógv at siga, ikki minst við einum spælistíli sum tí hjá Stjørnuni, og Rógvi Nielsen heldur, at tað í Føroyum oftani er konditiónin, sum avger dystirnar.
? Eg vil siga, at teir seinastu fimm minuttirnir av fyrra hálvleiki og teir seinastu tíggju minuttirnir av seinna hálvleiki ofta vísa, um eitt lið er í nóg góðari konditión, og tað er eisini ofta her, at avgerðin fellur, sigur hann.
Til venjing saman
við Anju Andersen
Annika Ljósstein (fyrr Johansen) byrjaði sum sjey ára gomul av álvara at spæla hondbólt. Bæði foreldrini spældu hondbólt, og Annika var altíð við í høllini ? tú kanst siga, at hon er uppvaksin við hondbóltinum.
Sum fimtan ára gomul var hon fyrstu ferð við á liðnum hjá teimum vaksnu ? tá spældi Stjørnan í 2. deild. Hon spældi so á 1. liði fram til 1995, tá hon og Rógvi fóru til Danmarkar. Har byrjaði hon at venja við einum danmarksseriuliðið, áðrenn hon fór at venja við Odense-liðnum IF Stjernen.
Hetta liðið, sum altso hevði sama navn sum barndómsfelagið hjá henni, spældi í tí, sum nú eitur 1. deild (næstbesta deildin), og hetta var ein stór avbjóðing hjá Anniku, ikki minst tí toppskjúttin í allara deildini spældi á sama bakkplássi sum Annika hevði spælt í Føroyum. Men hon slapp á liðið sum vongur og sum bakkur hinumegin, og hæddarpunktið kom, tá Anja Andersen kom at venja við IF Stjernen í eina viku.
? Anja Andersen spældi í Týsklandi tá, men hevði ein fysioterapeut í Odense, sum hon ofta vitjaði. Hesa einu vikuna hevði hon ein lítlan skaða og vandi tí saman við okkum, og tað var ótrúliga stuttligt, sigur Annika Ljósstein.
Annika lærdi ikki so lítið hesa tíðina saman við Anju Andersen, og hon sigur, at danski landsliðsspælarin, sum um ta tíðina varð mett sum besti kvinnuligi hondbóltsspælari í heiminum, var sera blíð og hevði bæði beinini á jørðini.
Knæskaðar
Annika Ljósstein er ein av berandi kreftunum á liðnum hjá Stjørnuni, og hon er eisini væl nøgd við kappingina higartil.
? Tað hevur gingið væl hjá liðnum og eisini rímiliga væl hjá mær persónliga. Eg havi ikki skotið so nógv mál í ár, sum eg plagdi at skjóta fyrr, sigur Annika og leggur afturat, at tað man vera tí, at hon nú er eldri og hugsar seg meira um, tá hon spælir, í mun til fyrr, tá einasti vegur sum oftast var móti málinum.
Annars hevur Annika Ljósstein hóast sín lutfalsliga unga aldur havt sínar trupulleikar av skaðum.
Meðan hon var í Danmark, fekk hon ein skaða í knæið, har knæskelin stutt og greitt »hoppaði úr«.
? Tað tók langa tíð hjá mær at koma fyri meg við uppvenjing og øllum, og eg misti 11 sentimetrar í vídd av vøddanum, greiður Annika frá.
Hetta var ikki nøkur stuttlig tíð, og fyri stuttum sá út til, at hon aftur var óheppin.
Í steypadystinum móti StÍF á Skála fyri tveimum vikum síðani datt Annika so óheppið, at læknarnir bóru ótta fyri, at meniskurin var farin. Seinni sá tað verri út, tá tað var krossbandið, sum helst var slitnað ? tað sum øll ítróttarfólk ræðast mest av øllum.
Mánadagin varð hon løgd undir skurð, og tíbetur fyri Anniku og Stjørnuna var skaðin als ikki so álvarsligur sum hildið. Tað vísti seg, at hon hevði fingið eina blóðsamling beint aftanfyri knæskelina ? tað svarar til eitt sonevnt trælær. Læknarnir tóku tað burtur, og nú er lyklaspælarin hjá Stjørnuni aftur »fit for fight«.
Kunnu blíva føroyameistarar
Annika Ljósstein var við liðnum hjá Stjørnuni, sum fyrst í 90-unum taldist millum tey bestu í landinum.
? Vit vóru í trimum steypafinalum á rað, men taptu allar. Nú hava vit so kjansin til aftur at koma í steypafinaluna, og tað ætla vit okkum sjálvsagt eisini at gera alt fyri at røkka.
Eisini í landskappingini er Stjørnan væl við.
? Eg haldi, at vit kunnu vinna føroyameistaraheitið, sigur Annika Ljósstein.
? Vit eru allar uppsettar upp á tað, og vit hava gott tak á Kyndli, sum í løtuni er einasta lið, ið er frammanfyri okkum, sigur hon.
Higartil í hesum kappingarárinum hevur Stjørnan spælt tríggjar dystir móti Kyndli. Stjørnan hevur vunnið tveir av teimum ? ein í landskappingini og ein í steypakappingini ? og tann triði endaði við javnleiki. Í roynd og veru eru fleiri á Stjørnuliðnum, sum ongantíð hava roynt at tapt móti Kyndli.
? Tá eg fór til Danmarkar og árini áðrenn tað var liðið hjá Kyndli ikki so gott, sum tað er nú. Sólvá Eystberg og Johanna Mikkelsen hava ongantíð tapt móti Kyndli, og havi eg sjálv tapt móti Kyndli, er tað ikki meir enn einaferð, sigur Annika, sum eisini heldur, at Stjørnan í ár hevur eitt betri lið enn Kyndil, sum vann FM í fjør og í løtuni er væl á odda í landskappingini.
? Eg haldi, at vit hava eitt betri lið, tí vit hava fleiri streingir at spæla uppá, sigur Annika, ið roknar við, at dysturin um føroyameistaraheitið fer at standa millum Stjørnuna, Kyndil og Neistan.
Her kemur Rógvi upp í aftur og sigur:
? Føroyameistaraheitið verður avgjørt sunnudagin.
Við hesum sipar venjarin til dystin, sum verður nú sunnudagin í Havn millum Kyndil og Stjørnuna. Støðan í løtuni er tann, at Kyndil er fremst við 18 stigum fyri 4 dystir (10 í grundspælinum), Stjørnan er nummar tvey við 13 stigum, eisini fyri fýra dystir. StÍF hevur 12 stig fyri fýra dystir, og Neistin og VÍF hava 11 stig fyri ávikavist tríggjar og fimm dystir.
? Tapa vit sunnudagin, er føroyameistaraheitið farið, so vit skulu helst vinna, sigur Rógvi Nielsen.
Tosar eisini sum
ein venjari heima?
Sum áður nevnt eru Rógvi Nielsen og Annika Ljósstein eisini í sama parti uttanfyri vøllin. Hetta er ikki nakað ókent fyribrigdi í hondbólti, hvørki her heima ella aðrastaðni. Millum annað kunnu vit nevna fyrrverandi danska landsliðsvenjaran Ulrik Wilbæk og málverjan Susanne Munk Lauritsen.
Er hetta ein veikleiki ella kanska ein styrki fyri liðið?
? Tað kann blíva ov nógv, og Annika kann onkuntíð eisini hava trupult við at góðtaka, at tað eri eg sum ráði á liðnum, sigur Rógvi.
Og Annika leggur afturat:
? Onkuntíð aftan á ein dyst tosar hann framvegis sum ein venjari heima, og tá noyðist eg at minna hann á, at vit altso ikki eru í KÍ-høllini meir?
Tá vit spyrja, um Rógvi er harðari móti Anniku enn móti hinum spælarunum, sigur hann, at tað heldur hann ikki.
? Men eg havi kanska lyndi til at vera harðari móti teimum, sum hava mest at siga fyri liðið, leggur hann afturat.
Rógvi Nielsen er annars ein venjari, fólk leggja merki til í høllini. Hann situr sjáldan niðri, og okkurt kortið hevur hann eisini fingið frá dómarunum í hesum kappingarárinum.
? Eg vil siga tað soleiðis, at um spælararnir ikki eru eins nógv uppsettir sum eg, eru teir ikki nóg uppsettir. Hinvegin krevji eg eisini av mær sjálvum, at eg skal vera eins nógv uppsettur og spælararnir eru, sigur Rógvi.
Tá vit so spyrja Anniku, hvat spælararnir hugsa, tá venjarin stendur og rópar úti á bonkinum, svarar hon, at tað sum oftast er gott:
? Tá vit spældu móti GÍ/Tjaldrinum, lá tað ikki fyri hjá Rógva at koma til dystin beinanvegin, og tað gekk illa í byrjanini. Eg minnist, at knappliga, tá vit vóru í álopi, hoyrdu vit eitt brøl úti frá síðulinjuni. Simona Hansen hugdi uppá meg, brosaði, og so langaði hon bóltin upp í málhornið?
So at tað eisini hevur ein ávísan sálarligan týdning, man lítil ivi vera um.
? Gulu kortini havi eg sum oftast fingið fyrstu fimm minuttirnar av dystinum. Og sum heild haldi eg ofta, at dómararnir hava tann sama veikleikan sum spælarar ofta hava: Teir eru ikki nóg vaknir fyrstu fimm minuttirnar av dystinum. Høvdu teir verið tað, rokni eg ikki við, at eg hevði fingið so nógvar ávaringar frá teimum, sigur Rógvi.
Setir spurnartekin
við landsliðsarbeiðið
Rógvi Nielsen hevur annars eitt hjartasuff viðvíkjandi landsliðsarbeiðnum, sum HSF hevur sett í gongd. Í løtuni hevur Hondbóltssambandið fýra ungdómslandslið, tvey hjá monnum og tvey hjá kvinnum.
Rógvi Nielsen heldur tað millum annað vera løgið, hvussu landsliðsvenjararnir eru settir.
? Nú skal eingin misskilja meg og halda, at eg eri firtin, tí eg ikki sjálvur bleiv biðin um at vera landsliðsvenjari ? tað eri eg ikki ? men eg undrist eitt sindur um, hvørjar treytir eru settar teimum ymsu landsliðsvenjarunum, sigur hann.
? Fyri mær tykist tað, sum um venjararnir ikki hava nóg stórt initiativ til at vera venjarar. Eg havi t.d. ongantíð lagt merki til nakran landsliðsvenjara til okkara dystir, og eingin venjari hevur nakrantíð ringt til mín heldur, sigur Rógvi Nielsen, sum heldur, at landsliðsvenjararnir eiga at vera meira sjónligir og hava meira samband við venjararnar runt um í landinum.
? PR-arbeiðið fyri landsliðnum er stutt og greitt ikki nóg gott. Ein spælari hjá okkum fór til Havnar, tí hon hevði fingið boð til eina landsliðsvenjing har, men tá hon var komin suður, fann hon útav, at venjingin var í Vestmanna. Tað er ov vánaligt av teimum, sum skipa fyri, heldur Rógvi, sum eisini vísir á, at ein annar ungdómslandsliðsspælari hjá Stjørnuni nóg illa tímir at fáast við landsliðið, tí hon næstan einki fær at vita um venjing o.a.
Útlendsku spælararnir hækka støðið
Hondbóltskappingin nærkast endaspurtinum, og Stjørnan er framvegis væl í kappingini. Fimm stig eru upp til Kyndil á fremsta plássinum, men tey kunnu minka niður í trý, um tað eydnast Stjørnuni at vinna sunnudagin komandi.
Rógvi Nielsen heldur, at tað er stuttligari at vera venjari, nú kappingin er so jøvn, og Annika Ljósstein sigur eisini, at liðini eru blivin betri, enn tá hon fór til Danmarkar í 1995.
? Tað eru fyrst og fremst útlendsku spælararnir, sum hava lyft støðið upp, og tað er eisini meira kapping um plássini, sigur Annika.
Stjørnan hevur verið føroyameistari hjá kvinnum tvær ferðir. Fyrru ferð var heilt afturi í 1945, seinna ferðin í 1977, og tað er eftirhondini eisini rættiliga langt síðani. Møguleikin fyri at vinna gull í ár er framvegis til staðar, men so krevst, at liðið, sum klaksvíkingar í hesum døgum fylkjast um sum ongantíð fyrr, fær eitt gott úrslit nú sunnudagin.