Á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum um vikuskifti varð sagt, at flokkurin ynskir at virka fyri at barnaansing verður ókeypis í framtíðini. Kommunurnar og landið skulu gjalda helvt um helvt at kostnaðinum fyri barnaansing hjá borgarunum.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, undrast tó. Er hetta ikki enn ein skattalætti til tey ríku, spyr hann.
Hann vísir á, at í dag er ein skipan við fríplássum til staðar. Hon virkar soleiðis, at foreldur, hvørs inntøka er niðanfyri 247.900 krónur um árið, rinda einki. Fyri hvørjar 1.000 krónur, inntøkan hækkar, lækkar frádrátturin við tveimum prosentum.
- Um alt nú skal vera ókeypis, so verða tað tey sum hava inntøku omanfyri kr. 292.900, sum spara pengarnar. Tey gjalda nú fult, men skulu aftaná einki gjalda. Tey sum hava inntøku niðanfyri kr. 247.900 spara einki, tí tey rinda einki sum er.
Helgi Abrahamsen heldur tað vera eitt margháttligt vallyfti frá flokkinum, sum áhaldandi ákærir samgonguna fyri einans at hava veitt teimum hægru inntøkunum skattalætta, men tey lægri løntu einka hava fingið.
- Staðfestast kann tí, at hetta vallyfti frá landsfundi Javnaðarfloksins er enn ein ”skattalætti til tey ríku”, meðan tey á teimum niðastu rókunum einki fáa.