Afturgongd, afturgongd og meiri afturgongd. Soleiðis plagdi tað ofta at verið, tá ið kommunuskatturin varð umrøddur og tølini á Sandi og í Sandoy vórðu sammett við undanfarna árið.
Nú er vent í holuni. Sambært almennu uppgerðini fyri kommunuskattin fyrra hálvár sammett við somu mánaðir í fjør, so eigur Sands kommuna størstu lutfalsligu framgongdina.
Skattainntøkan fyrra hálvár var 19,2 prosent hægri í Sands kommunu í ár, enn hon var tað í fjør.
Tað er størsti lutfalsligi vøksturin av øllum. Skattainntøkan var fyrra hálvár 8,63 milliónir, og meirinntøkan var 1,39 milliónir krónur.
Felags fyri allar kommunurnar í Sandoyar sýslu er, at talan eru vøkstur.
Í Skálavíkar kommunu var vøksturin 17,29 prosent. Tað er bara á Sandi og í einari aðrari kommunu, at vøksturin var so stórur. Skattainntøkan í Skálavík var 2,9 milliónir, og meirinntøkan var 430 túsund krónur.
Í Skúvloy var vøksturin 14,02 prosent, í Skopun 7,04 prosent og í Húsavík, sum eisini fevnir um Dal, var vøksturin 5,12 prosent.
Samlaða skattainntøkan fyri allar kommunurnar í Sandoyar sýslu var umleið 2,5 milliónir krónur meiri fyrra hálvár í ár, enn hon var fyrra hálvár í fjør.