- Fyribils er tað "først-til-mølle"-prinsippið. Tað stutta av tí langa er, at báturin tekur 365 fólk, og tað vóru fleiri enn 365 fólk á kaiini, sum ætlaðu sær norður, og hesi vóru tí ov sein.
Soleiðis sigur Heri Norðberg frá Strandferðsluni í sambandi við ruðuleikan á Krambatanga í kvøld, har nógv fólk og nógvir bilar ikki sluppu norður við avloysaraskipinum hjá Smyrli, sum eitur Prince.
Les eisini: Nógv fólk og nógvir bilar standa eftir
Sambært fólki á staðnum, sum Miðlahúsið hevur skift orð við, var øgiligt rok á Krambatanga, og ónøgdin sást týðiliga, og summi royndu enntá at sníkja seg umborð. Keldurnar meta, at talan var um umleið 200 fólk, sum stóðu eftir.
- Tað sigur seg sjálvt, at fólk eru blivin ørkymlað, tað kann mann rokna við, sigur Heri Norðberg.