Karmarnir vóru av teimum allar bestu í svimjihøllini í Gundadali um vikuskiftið, har tað var brynjað til eitt stórt FM-tiltak í svimjing. Sigast má, at svimjararnir sjálvir gjørdu umstøðurnar enn betri, tí áskoðararnir fingu nevniliga hópin av nýggjum føroyskum- og juniormetum at síggja, umframt at nakrar gullnálir eisini vórðu býttar út sum heiðurstekin fyri eitt serliga gott avrik.
Gullnálir alt fyri eitt
FM í svimjing byrjaði fríggjadagin, og longu á fyrsta kappingardegnum byrjaðu sera góðar tíðir at koma undan kavi, sum eitt nú førdu til heili 10 nýggj met - fimm føroysk- og fimm juniormet - og tríggjar gullnálir.
15 ára gamla Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti nýtt føroyskt juniormet í 100 metra frísvimjing, við tíðini 58.31, har juniormetið hjá Biritu Debes frá NJM 2010 var 58:52. 17 ára gamla Poula Øssursdóttir Mohr setti nýtt føroyskt met í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hon svam teinin uppá 2:20.58, har metið hjá Elspu Mørkøre frá Thisted Cup í 2007 var 2:21.22. Tíðin hjá Poulu er somuleiðis ein gullnálatíð. Hetta er ein styrkismeting hjá føroyska svimjisambandinum, sum sigur, at tað er eitt sjáldsama gott úrslit.
Tann bert 13 ára gamla Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag setti eitt risastórt nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing við tíðini 27.67, har føroyska metið hjá Astrið Foldarskarð frá í morgun var 28.44. Tíðin er samstundis nýtt føroyskt juniormet, og undir kravtíð til Evropameistarakappingina fyri juniorar í Antwerpen í summar, sum tó ikki hevur so stóran týdning við tað at Kristina Elin er ov ung til at luttaka.
Astrið Foldarskarð var eisini væl og virðiliga undir metið frá í morgun við tíðini 27.98. Kristina Elin og Astrid svumu báar undir gullnálatíð SSF's og sigur hetta nógv um støðið til FM í ár, og kanska serliga nógv um bert 13 ára gomlu Kristina Elin.
Tær fýra Astrið Foldarskarð, Cecilia Wigant Eysturdal, Victoria Wigant Eysturdal og Birita Debes úr Ægir settu í kvøld nýtt føroyskt met í 4x100 metra frísvimjing vi tíðini 3:58.58, har metið hjá Ægir frá FM í fjør var 3:59.98.
Teir fýra Magnus Jákupsson, Markus Joensen, Bartal Hestoy og Pauli Ø. Mohr settu í kvøld nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni í Gundadali svumu teinin uppá tilsamans 3:56.04, har føroyska metið hjá HS frá FM í fjør var 3:57.99.
Tað má sigast at vera eitt satt bragd, at heili tríggir svimjarar hava svomið seg til gullnál longu fyrsta FM-dagin.
Stjól met frá Páli
Leygardagin setti Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag seg sjálvan í miðdepilin, tá ið hann í 100 metra blandaðari svimjing stjól metið frá sjálvasta Páli Joensen. 17 ára gamli Magnus, sum til dagligt venur í Vanløse, gjørdi veruliga bart, har hann við tíðini 55.94 stjól metið frá Páli Joensen, sum hann setti á Oyggjaleikunum í Álandi 2009 við tíðini 57.66.
Metini byrjaðu longu at vísa seg frá morgni av, tá ið teir fýra Alvi Hjelm, Sigmund Mørkøre, Hjørtur á Fløtti og Heðin L. Olsen úr Ægir settu nýtt føroyskt juniormet í 4x100 metra frísvimjing við tíðini 3:41.20, har metið hjá HS frá juniormeistarastevnuni í fjør var 3:46.09.
Tær fýra Birita Debes, Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð og Cecilia W. Eysturdal úr Ægir settu nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing við tíðini 4:27.11, har metið hjá Ægir frá FM í fjør var 4:27.59.
Teir fýra Magnus Jákupsson, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag settu somuleiðis nýtt føroyskt met í dag. Tað var í 4x100 metra frísvimjing, har teir við tíðini 3:28.93 tóki metið hjá HS frá FM í fjør, sum var 3:30.32.
Aftur sunnudagin
Eisini seinasta kappingardagin, sum var sunnudagin, vóru fleiri met sett. Teir fýra Heðin L. Olsen, Hjørtur á Fløtti, Alvi Hjelm og Sigmund Mørkøre settu nýtt føroyskt juniormet í 4x50 metra frísvimjing fyri lið, tá ið teir á FM/JM 2012 vunnu juniormeistarastevnuna við tíðini 1:39.83 frammanfyri HS-juniorar á 1:40.15 og SuSvim-juniorar á 1:41.58. HS-dreingir áttu metið á 1:41.75 frá FM/JM í fjør.
Tær fýra Guðrun Mortensen, Helena S. Sævarsdóttir, Shaila millum Garðarnar og Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag megnaðu at seta nýtt føroyskt met í 4x50 metra frísvimjing við tíðini 1:47.37, har metið hjá Ægir frá Ægir-stevnu í februar var 1:48.47. Hetta hendi í einum øgiligum endaspurti, sum SuSvim vann við einum hundraðparti frammanfyri Ægir.
Seinasta metið áttu teir fýra Magnus Jákupsson, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr, sum settu nýtt føroyskt met í 4x50 metra frísvimjing við tíðini 1:35.26, har metið hjá HS frá FM í fjør var 1:35.29.