Tey taka tað øgiliga tungt

- Vit skulu bjóða øllum, sum vilja búgva í Havn, vælkomnum

Sum støðan er nú, er tað bara fólk, sum eru skrásett at búgva í Havnini, sum sleppa at keypa grundstykki, tá ið Tórshavnar Kommuna selir grundstykki.

 

Men tað halda nakrir býráðslimir, eru skeivt.

Ein av teimum er Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum.

 

Tí roynir hann at fáa Tórshavnar Býráð at broyta skipanina, soleiðis at eisini, at fólk, sum lesa uttanlands, og sum eru um at vera liðug, eisini skulu kunna søkja um at fáa grundstykki frá tórshavnar kommunu.

 

Hann vil eisini hava býráðið at broyta skipanina soleiðis, at tað skal eisini bera til hjá bygdafólki at keypa grundstykki í Havn. Talan kann vera um havnarfólk, sum eru flutt aðrastaðni, men sum skipanin er nú, sleppa tey illa aftur til Havnar, tí tey lúka ikki treytirnar fyri at fáa grundstykki frá kommununi.

 

Hann staðfestir, at ungfólk í Havn, sum flyta uttanlands at lesa, sleppa ikki at keypa grundstykki í Havn, fyrrenn tey eru liðug og longu eru flutt aftur til Havnar.

 

Hann heldur, at tey eiga at kunna keypa eitt grundstykki ímeðan tey eru burtur, og eru um at vera liðug at lesa. Hann heldur eisini yvirhøvur, at tað er skeivt, at fólk, sum hava hug at flyta til Havnar, verða forða í tí av tí, at tey ikki kunnu keypa kommunal grundstykki.

 

- Vit skulu bjóða øllum vælkomnum til Havnar. Tað er ógvuliga týdningarmikið, og átti at verið sjálvsagt, at vit sum høvuðstaður, bjóða øllum, sum vilja búgva her, vælkomnum, sigur hann.

 

Tí heldur hann, at fólk, uttanfyri Havnini skulu fáa eina kvotu upp á 20 prosent av teimum útstykkingum, kommunan ger, og at hini 80 prosentini verða markað til fólk, sum eru skrásett at búgva í Havn.

 

Ein annar, sum eisini heldur tað, og sum vil hava skipanina broytta, er Annfinn Brekkstein. Hann heldur, at hetta er ein spurningur um at menna Havnina og at lata tey sleppa at búsetast her, sum vilja sleppa at búsetast her.

 

- Sum høvustaður eiga vit at vera rúmlig, og vit skylda øllum landsins borgarum hetta her, men tað áliggur okkum samstundis at hava nóg nógv grundstykki til taks, sigur hann.

 

Halla Samuelsen heldur, at tað rætt at fólk, sum eru fødd og uppvaksin í Havn, men sum eru farin uttanlands at lesa, sleppa aftur til Havnar at búgva, og hon skilir ikki, at nakar kann vera ímóti tí.

 

Jákup Dam veit um ungfólk í Tórshavnar Kommunu, sum eru farin uttanlands at lesa, men sum ikki fáa grundstykki frá kommununi.

 

- Tað taka tey tungt, tí tað er óskiljandi fyri tey, sigur hann.

 

Tórshavnar Býráð hevur ikki tikið endaliga støðu í málinum, tí nú skal tað viðgerast nágreiniligari í umsitingini.

 

Les meiri um málið klokkan 13 í dag, tí tað eru nevniliga ikki allir býráðslimir, sum eru samdir í hesum. Teir halda, at grundstykki í Havn skulu vera til havnarfólk.