TF samtakið hevði 95 mió. í avlopi fyrra hálvár

TF samtakið, sum fevnir um Tryggingarfelagið Føroyar P/F, Betri pensjón P/F, 70% av Eik Banki P/F og onnur ognar- og íløgufeløg, hevði eitt avlop á 95 mió. kr. eftir skatt. Íroknað minnilutaáhugamál gjørdist avlopið 102 mió. kr.

Úrslitið fyrra hálvár er serliga ávirkað av jaligu gongdini í tryggingar- og peningastovns-virkseminum hjá dótturfeløgunum, umframt av einum munandi ei staðfestum kursvinningi á kapitalpørtum, serliga í Grønlandsbanken og Bakkafrost.

TF Holding hevði við hálvárið 1.931 mió. kr. í eginpeningi, meðan eginpeningurin hjá samtakinum íroknað minnilutaáhugamál er 2.308 mió. kr.

Úrslitið av tryggingarvirkseminum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum er nøktandi fyrra hálvár í 2012. Lægri skaðatal og skaðaútreiðslur enn undanfarna ár ávirkaðu úrslitið munandi, meðan inntøkur og rakstrarútreiðslur vóru á leið tær somu sum undanfarna ár. Úrslitið av tryggingarvirksemi felagsins er eitt avlop upp á 31,1 mió. kr. eftir skatt, samanborið við eitt avlop upp á 12 mió. kr. fyrra hálvár 2011.

Fyrra hálvár 2012 hjá Betri pensjón gav eitt úrslit eftir skatt á -2,1 mió. kr. Hetta úrslitið er ikki nøktandi, men havast skal í huga, at felagið enn er í menning. Tryggingargjøldini, íroknað innskot, minkaðu frá úr 80 mió. kr. til 28 mió. kr.

Høvuðsorsøkin til, at tryggingargjøldini minkaðu fyrra hálvár, er broytingin í rentu- tryggingarlógini, ið kom í gildi 1.januar 2012, har øll pensjónsgjøld nú verða skattað við inngjald.

Hálvársroknskapurin hjá Eik Banka vísir eitt avlop á 25 mió. kr. eftir skatt. Fyriskatt er úrslitið 31 mió. kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 8,1 mia. kr. og eginpeningur bankans er 1,3 mia. kr.

Útlánini eru 4,9 mia. kr. og eru á sama støði sum við ársenda 2011. Tískil er minkingin í útlánunum steðgað. Harafturímóti eru innlánini 6,4 mia. kr. og sostatt eitt vet hægri enn við ársenda 2011.

Nettorentuinntøkurnar eru lægri enn sama tiðarskeið í fjør og kemst hetta av minking í útlánunum í 2011 og einum lægri rentumarginali enn higartil í 2012.

Somuleiðis eru útreiðslur til starvsfólk og umsiting minkaðar fyrra hálvár 2012 í mun til fyrra hálvár 2011.

Bankin hevur fyrra hálvár framt niðurskrivingar fyri 46 mió. kr. Rakstrarútslitið er tí framvegis nakað merkt av niðurskrivingum upp á ognir, sum eru yvirtiknar frá gamla Eik Banka.