Mánadagin geva Elin Brimheim Heinesen og Ad Libitum út eina fløgu, sum tey kalla “Yndisløg – ein ferð aftur í farnar tíðir”. Á fløguni eru 15 løg, har av tey flestu eru góðir, gamlir evergreens, sum nú eru týddir til føroyskt.
Løgini eru fyrst og fremst yndisløg hjá Maud Heinesen, mammu Elina, og Svenn Brimheim, mammubeiggja Elina. Fløgan er útgivin við tí fyri eyga at vera minnisvarði yvir hesi bæði systkini, sum bæði doyðu av krabbameini ávikavist í 2005 og 2006 – umframt til æru fyri øll tey, sum eisini eru farin orsaka av herviligu krabbasjúkuni.
Útgávan stuðlar eisini arbeiðnum hjá Krabbameinsfelagnum, sum fær 20 krónur av hvørjari seldari fløgu.
- Eg hevði avgjørt ikki roknað við, at tað fór at taka trý – so langdrigin – ár, áðrenn vit fingu øll rættindi, sum vit skuldu hava, fyri at kunna geva løgini út í føroyskaðari útgávu, sigur Elin Brimheim Heinesen.
Eg havi ilt við at lýsa við orðum, hvussu glað eg eri fyri, at tað nú endiliga er eydnast at veruliggera hesa fløgu, sigur hon.
Elin og Ad Libitum hava útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn mánakvøldið kl. 20.00