Útgávukonsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld

Bólkurin Rökkvi verður mest, sum á heimavølli í Fuglafirði í kvøld

Bólkurin Rökkvi við sangaranum og sangskrivaranum, Rógva á Lakjuni sum oddamanni hevur valt sær mentanarhúsið í Fuglafirði, sum pall til sína útgávukonsert, sum verður í kvøld klokkan 21.

 

Bólkurin verður sostatt mest, sum á heimavølli, tí oddamaðurin er úr Fuglafirði. Spæld verða løg úr fløguni "Where is The Sun", sum kom út fyri stuttum. Heitislagið "Where is The Sun" hevur verið rættiliga ofta at hoyra í kringvarpinum, Rás2 og á R7. 

 

Fuglfirðingurin, Jákup á Lakjuni kemur at hita upp til konsertina hjá Rökkvi.