Útgávukonsert við Orka í Saltsøluni

Í samband við nýggju útgávuna hjá ORKA, ÓRÓ, er bólkurin nú farin á mánaðarlanga konsertferð kring alt Evropa. Stóra brakið verður tó, tá bólkurin vendir leiðina heim aftur til Føroya síðst í mai, har skipað verður fyri stórari útgávukonsert í Saltsøluni í Tórshavn. Vælumtókta nýggja útgávan hjá ORKA, var upptikin í februar mánað 2010 í betongkalda bygningsverkinum ?Saltsølan? í Havn. ORKA leigaði bygningin í ein mánað, har teir bæði gjørdu nýggj ljóðføri umframt at skriva og upptaka alt tað nýggja tilfarið.

 

Teir ið koma at mynda bólkin verða Jens L. Thomsen, Ólavur Jákupsson,

Oktopus, Høgni Lisberg og Uni Árting. Oktopus, ið er kendur frá elektro

duo´ini Dälek, borðreiðir við MRC Riddims áðrenn stóra konsertin hjá ORKA

byrjar.

 

TIltakið byrjar kl. 20.00 tann 30. mai.