Um páskini varð spakin settur í, og harvið gongd sett á bygging av næmingaheiminum til Ítróttaháskúlan í Vági.
Nú eftir páskir er útgrevsturin til næmingabústaðin byrjaður av álvara, og væl er komið á leið. Tað hevur víst seg, at ikki er so djúpt at grava, sum kanska hildið frammanundan, og lættir hetta munandi um.
Ætlandi verður farið undir at steinseta og síðani byggja skjótast til ber.
Bústaðir letur næmingabústaðin byggja, og byggifyritøkan Norcon stendur fyri arbeiðinum.