Bæði foreldrini vóru úr Klaksvík. Mamman Malena Hansen var úr Krotugrøvini, og pápin Samson Joensen var úr Gerðum.
Thamar giftist í 1948 við Karini Margrethu Eldevig úr Elduvík, og tey búsettust í Klaksvík. Ein stóran part av lívinum starvaðist Thamar á Posthúsinum har.
Tey fingu 3 børn: Jensa er fødd í 1948 og gift við Sigurdi Poulsen landsbankastjóra. Tey búgva í Kaldbak. Martin Andreas er føddur í 1950. Anna Elisabeth er fødd í 1953 og gift við Pól Mikkelsen í Gerðum.