- Vit eru ikki nervøsir, men gleða okkum til at sleppa á pallin at spæla, sigur Hans Edward Andreasen, sangari í The Dreams The Dreams skulu spæla næstseinast í finaluni í danska Grand Prixnum í kvøld, og bólkurin hevur í tveir dagar verið í Horsens og fyrireikað seg til finaluna, sum verður send beinleiðis í donskum sjónvarpi.
- Vit hugsa ikki um at vinna Grand Prixið, vit vilja bara geva fólki eina góða framførslu, sigur Hans Edward Andreasen.
- Tað er eingin trupulleiki at spæla í beinleiðis sjónvarpi. Vit eru ikki nervøsir, men gleða okkum til at sleppa á pallin at spæla, sigur hann.
Seinastu tímarnar undan finaluni hava teir í bólkinum millum annað brúkt til at sminka seg.