Rockarin, rapparin og blondinurnar. Nakað soleiðis kann støðan í studioinum hjá Rás 2 í Klaksvík lýsast fyri løtu síðan. Tí vertirnir, Eydna Skaale og Barbara Holm fingu nemliga vitjan av Hans Edwardi Andreasen, forsangara í The Dreams, og danska rapparinum, Niarn.
Tað munnu vera fáar framførslur, ið eru á trimum málum, men soleiðis verður tað, tá The Dreams og Niarn fara á pallin í kvøld á Summar Festivalinum.
- Vit fara at framføra á trimum málum í kvøld. Tað verður á føroyskum, donskum og enskum, sigur Hans Edward.
Lagið var gott á Hans Edwardi og Niarn?inum, meðan teir hugnaðu sær í studioinum.
- Fleiri fólk halda, at navnið ? Niarn - hevur nakað av talið 9 at gera, men tað hevur tað ikki. Eg eiti Niels og ein vinmaður hjá mær í Aalborg fóra ein dagin at kalla meg Niarn. Sum rappari skalt tú helst hava eitt stage navn og tað bleiv so til Niarn, sigur Niels Roos, við síni eykendu donsku rødd.
The Dreams fer at spæla tónleik til eitt lag hjá Niarn, meðan Niarn fer at rappa til eitt lag hjá The Dreams. Spurdur um hann hevði hug at gera eitt spontant rapp um Føroyar á rásini, mátti Niarn takka nei.
- Eg dugi ikki at vera spontanur, tá tað kemur til rapp. Tá má eg hava ein penn og pappír og einir tveir tímar við eini vodka fløsku, sigur Niarn skemtandi.
Um lagið á teimum báðum er nakað at ganga eftir, so verður konsertin í kvøld stuttlig og full av orku. Hetta er einasta konsertin hjá The Dreams í Føroyum í summar. Teir skulu í morgin avstað til Danmarkar aftur, har teir skulu luttaka á Skanderborg festivalinum. The Dreams og Niarn fara á pallin í FLAGS tjaldinum klokkan 22.00 í kvøld.