The Dreams í uppskoti til Tjeklistan

Føroyski punkbólkurin er hesa vikuna í uppskoti til Tjeklistan hjá DR. Fólk kunnu atkvøða fyri The Dreams Sangurin La? Mig Være er hesa vikuna ein av sangunum, sum eru í uppskoti til Tjeklistan hjá P3 hjá Danmarks Radio. Sangurin var í tvær vikur ovast á Boogie-listanum, og nú stendur útvarpshitlistin fyri framman.

 

Fólk kunnu atkvøða fyri The Dreams við at senda ein teldupost til adressuna [email protected]. Har skulu fólk skriva fimm av sangunum, sum tey vilja hava á listan. Atkvøðast kann til týsdagin á middegi. Fólk skulu minnast til at skriva navn og teldubústað í teldupostin.

 

Listin yvir sangir, sum eru í uppskoti til listan, sæst á heimasíðuni www.dr.dk/tjeklisten