The Faroe Boys

Hetta er tann fyrsta myndin av tí so kenda poppbólkinum The Faroe Boys, sum varð stovnaður í 1962 og gavst í 1967.

Teir fimm sum mannaðu The Faroe Boys í 1962 vóru, f.v.: Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askham, Dánjal Petur Djurhuus, Milson Zachariassen og Tummas Nielsen. Hesi seks árini vóru fleiri útskiftingar í bólkinum.

Myndin er rættuliga sjáldsom, tí hon er frá tí tíðini, tá tað var hægsti móti at ganga í føroyskum troyggjum, og helst skuldi troyggjan vera niðri í buksunum, og vanliga vórðu tey kendu beltini við føroyska Merkinum á spenninum brúkt. Beltini vóru úr messingtráði og var bláur, reyður og hvítur tráður drigin ígjøgnum beltið. Hesi føroysku tjóðarbelti vórðu framleidd í Aberdeen. Sum tað sæst á myndini kann tónleikaraútgerðin ikki mátast við tað útgerð, sum brúkt verður í dag.

Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen í telefon 314647 ella 273168.

Mynd: Føroya Fornminnissavn