The Guardian: Neville til Manchester United

Sambært bretskum fjølmiðlum, so er líkt til at Phil Neville aftur verður ein partur av Manchester United, nú fýra frá gamla venjaratoyminum eru givnir í felagnum saman við Sir Alex Ferguson.

 

Mike Phelan(hjálparvenjari), Eric Steele(málmansvenjari), Martin Ferguson(Høvðusscout) og Rene Meulensteen(venjari) hava allir takkað fyri seg í Manchester United saman høvðusvenjaranum Sir Alex Ferguson, sum tó átekur sær annan leiklut í felagnum.

 

Sostatt skal David Moyes finna nýggja fólk at hjálpa sær. The Guardian vil verða við, at talan verður um fólk, sum hava arbeitt saman við David Moyes í Everton. Ein av teimum sigst verða Phil Neville, sum spældi næstan 400 dystir fyri Manchester United áðrenn hann í 2005 skifti til Everton, har hann gavst eftir farna kappingarár.

 

Mynd: (www.uefa.com) Phil Neville(t.v) og Wayne Rooney í hornatøkum