The New Arrivals í Tórskjallaranum

Seinastu vikurnar, tá ið Tórskjallarin hevur skipað fyri konsertum, hevur undirtøkan verið sera stór og nú er tískil greitt, at hesi tiltøkini eru komin fyri at verða. Tað er við at verða ?inn? at leita sær oman í Tórskjallaran hóskvøld og nógv fólk hava verið ein túr inni á gólvinum fyri at lurta eftir tónleikinum.

 

Soleiðis verður nokk eisini í kvøld, tá ið bólkurin ?The New Arrivals? úr Hollandi fer at hava konsert frá kl. 21 til 24.

 

Fimm manns mynda bólkin og eru teir allir lærdir tónleikarar innan rútmiskan og klassiskan tónleik.

 

Hóast Holland verður skýrt ?Tónleikans- Mekka? í Evropa, veit fjøldin lítið um hollenskan tónleik av slíkum slagið.

Men um vit nevna bólkarnar ?Focus? og ?Exseption?, sum gjørdu vart við seg í seksti- og sjeytiárunum, eru tað ivaleyst fleiri, ið minnast sera væl umtókta tónleik teirra aftur.

 

?The New Arrivals? tykjast at vera nýggja hollenska boðið eftir júst ?Exseption? og ?Focus?.