Í filminum The Ring finst eitt videoband, sum vísir nakrar løgnar upptøkur. Setir tú bandið í videomaskinuna og hyggur at tí, so hevur tú bert sjey dagar eftir at liva í hesi verð.
Hetta er so kjarnin í filminum The Ring. Tað bæði ljóðar og er eisini løgið. Vit eru í einum súrgaðum universi, har eitt ella annað yvirnatúrligt setir dagsskránna. Ikki tí, øll onnur tekin í sól og mánað siga okkum at vit eru stødd í stórbýar USA í 21 øld.
Men í hesum filminum eru myrkar kreftir.
Alt byrjar við, at nakrir skulkandi frekir amerikanskir ungdómar fara at ferðast og búgva í einari hýttu, har tey brúka mestu tíðina við at hyggja at filmum.
Ein av hesi filmum er (jú, tú gitti tað) hetta vemmiliga løgna bandið, har skaðin ikki er fýrkantaði eygu, men deyðin ? um sjey dagar.
Katie, sum er ein av teimum, ið doyr av bandinum, er í familju við hørðu blaðkvinnuna Rachel og son hennara Aidan.
Rachel fær skjótt frænir av, at her ruggar ikki alt rætt, og hon fer undir at kanna málið nærri.
Áðrenn hon veit av hava bæði hon og sonur hennara sæð hetta løgna videobandið. Og tá eru bara sjey dagar eftir, og við lívinum sum innsatsið gerast næstu sjey dagarnir ein kapprenning móti tíðina hjá Rachel.
Haldi tó ikki, at vit fara at avdúka so nógv meira um sjálva søgugongdina, tí hetta kann oyðileggja ov nógv av upplivingini fyri komandi hyggjarar.
Filmurin er ein sokallaður gysari. Upprunaliga er filmurin gjørdur í Japan, har eisini ein eftirfylgjari og ein undanfilmur eru gjørdir.
Sum roknast kann við, so er fleiri misprýði enn fagurtekin frá Hollywood maskinuni.
Eitt nú er byrjanin av filminum út av lagi vánalig. Tvær amerikanskar teenage drotningar eggjandi lýstar við eyka upplýsinginum um, at hesir bert eru sekstan ára gamlar. Eftir hesar fyrstu tveir sekvensirnar var ikki roknað við tí nógva frá filminum, men tað gjørdist betri.
Betranin er gysið fyri at takka. Filmurin gerst ein skelvandi gysuppliving, har tað er sjálvt huglagi, ið setir eitt ræðandi frámerki á áhoyraran. Hetta er veruliga frálíkt í filminum, og stendur einsamalt sum ein nóg góð orsøk til at hyggja at filminum.
Søgan er tó rættiliga undarliga, og persónarnir eru lýstir sum vóru teir gjørdir úr pappír. Høvuðspersónurin Rachel savnar allatíðina fleiri og fleiri upplýsingar, men tú fært illa fylt við, og tá hon ger veruligar niðurstøðar, so liggja tær so langt vekk frá meginásini, at tú mest av øllum situr undrandi og hyggur.
Blaðkvinnan Rachel er hørð og dugir at bíta frá sær sum blaðkvinna, men tá hon er rannsóknarferð fyri at koma nærri at gátuni um bandið, so mest sum ein rædd skúlagenta. Tað kann neyvan lastast sjónleikaravrikinum, tí persónurin er ógvuliga illa skrivaður. Hon skal bæði vera tann fitta mamman, sex súmboli og eini trý, fýra onnur.
Og koma vi so illa inn at henni, so kunnu tit bara ímynda tykkum, hvussu lítið avbjóðandi hinir persónarnir eru.
Sonur Rachel, Aidan, er ein týdningarmikil persónur fyri søguna, men hvør hann er, og hví hann uppførir seg soleiðis er mest av øllum ómøguligt at gera sær eina hóming av. Tað hjálpir ikki upp á støðuna, at hann sum persónar minnir eitt sindur ov nógv um Haley Joel í Sixth Sence.
So ger tær ikki ov stórar vónir, áðrenn tú førkar teg inn í myrkrið.
Samanumtikið er styrkismetingin av hesum filminum miðskeiðis á stiðjatalvuni. Filmurin finnur sum nevnt sína størstu styrku í tí serstakliga óhugnaliga huglagnum filmurin skapar.
Fyri ein amerikanskan ræðufilm liggur hesin ovarliga í røðini, og hann situr eisini í ein ávísan mun í minninum, eftir at kykmyndamyrkrið er horvið. Tíðanverri situr tú eins nógv og hugsar um ógvusligu holini í søgugongdini. Eingin fer tó alt ov illa av at síggja The Ring.
Fakta um The Ring
leikarar: Naomi Watts o.o
longd: 119 min
stað: havnar bio, um tú ert 16 ár ella eldri