Vælferðartænastur og serstakliga heilsuverkið í Danmark eru orsøk til, at heimskendi teknifilmurin The Simpsons leitar til Danmarkar í sesong 29.
Tað er Grampa Simpsons, abbin, sum hevur tørv á nýggjum heilivági, sum er kostnaðarmikil. Parturin eitur The Simpsons Conquer Denmark, og er júst sendur í amerikonskum sjónvarpi.
Animeraða sendirøðin varð fyrstu ferð send á Fox kanalini í 1989. Sendirøðin fylgir einari familju, sum Homer, pápin og Marge, mamman, standa á odda fyri. Aftrat teimum eru bønini Bart, Lisa og Maggie. Familjan býr í Springfield í USA og ger hon gjøldur burturúr at kalla øllum samfelagsviðurskiftum, mentan og líknandi.
Í apríl varð partur nummar 636 sendur. Sostatt gjørdist The Simpsons við tí tann sendirøðin, sum hevur verið send longst, skrivar Ritzau.
Í sendingini um Danmark eru øll tikin av bóli av danska samfelagnum uttan Homer. Lisa fær mentanarligt íkast, sum hon ynskir sær. Marge elskar reinleikan í Danmark og Bart er fegin um bróst reklamurnar, sum eru at síggja kring landið.
At enda rýmir familjan tó aftur til USA. Marge missir kærleikan til Danmarkar, tí henni dámar ikki at brúsa sær uppi á vesi kummuni.
/ritzau/