The smashing Pumpkins

The machines of God

Ein sjarmerandi fløga. Fyri at siga tað soleiðis.

Tá ein ikki kennir so øgiliga nógv til bólkin, uttan tað, ið hevur verið at hoyrt í vørpunum, so er hetta ein klár niðurstøða.

Talan er um tónleik í harðara endanum. Av slagnum, ið fær mammur og pápar at banka á dyrnar hjá ungu børnum sínum, um tey handan læstar dyr seta ov hart frá.

Men av gjørt dugnaligir tónleikarar. Og skal tað vera hetta slagið av tónleiki, so er hetta ein fløga, ið avgjørt er verd at lurta eftir. Ein harður guitari, skitin, sum eg veit ikki hvat, ljómar frammaliga í ljóðmyndini. Hetta merkir sjálvsagt, at talan skal ikki vera um lurtarar, ið koma troyttir heim frá arbeiði. Helst er heldur talan um skúlafrískar ungdómar, ið taka hetta til sín.

Men avgjørt ein sjarmerandi fløga. Orðið kemur til hugs, tí fløguhúsin er ein sera fín og hugnalig eftirger av gomlum pappíri, við (kongaligum) segli á og so framvegis. Sum var talan um dokument frá 1700 ella 1800 talnum.

Heilt OK.