Thierry Henry prógvaði í kvøld, at tað var rætt av Arsene Wenger og Arsenal at leiga legenduna aftur til felagið. Hann kom á vøllin í FA Cup dystinum móti Leeds og skoraði avgerandi málið. Fraklendingurin skuldi bara brúka tíggju minuttir til at finna málið.
Fyrstu 68 minuttirnir av dystinum í triðja umfari av FA Cup dystinum á Emirates leikvøllinum millum Arsenal og Leeds fer skjótt í gloymubókina. Vánaligt spæl, fáir møguleikar og ongin spenningur.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom lív í áskoðarafjøldina á Emirates leikvøllinum, tá Thierry Henry kom á vøllin í eini Arsenal troyggju aftur fyri fyrstu ferð síðani 2007. 34-ára gamli framherjin er leigaður í tveir mánaðir frá New York Red Bull.
Thierry Henry hevði bara verið á vøllinum í tíggju minuttir, tá hann hegnisliga og í stórum stíli legði Arsenal á odda við væl avgreiddum innarasíðu sparki úr vinstru í brotsteiginum.
Málið gjørdist tað einsta í dystinum og sostatt gjørdist hann einsamallur málskjútti í dystinum. Arsenal er nú víðari til fjórða umfar í FA Cup. Arsenal skal nú møta Aston Villa.
FA Cup 3. umfar:
Arsenal Leeds 1-0
Manchester City - Manchester United 2-3
Chelsea Portsmouth 4-0
Sheffield W - West Ham 1-0
Peterbrough Sunderland 0-2
Liverpool - Oldham 5-1
Birmingham - Wolves 0-0
Barnsley - Swansea 2-4
Brighton - Wrexham
Bristol R - Aston Villa 1-3
Coventry - Southampton 1-2
Crawley - Bristol C 1-0
Dag & Red - Millwall 0-0
Derby - Crystal Palace 1-0
Doncaster - Notts County 0-2
Everton - Tamworth 2-0
Fleetwood - Blackpool 1-5
Fulham - Charlton 4-0
Gillingham - Stoke 1-3
Hull - Ipswich 3-1
Macclesfield - Bolton 2-2
MK Dons - QPR 1-1
Newcastle - Blackburn 2-1
Norwich - Burnley 4-1
Nottingham F - Leicester 0-0
Reading - Stevenage 0-1
Sheffield U - Salisbury 3-1
Swindon - Wigan 2-1
Tottenham - Cheltenham 3-0
Watford - Bradford 4-2
West Brom - Cardiff 4-2
Lutakastið til fjórða umfar í FA Cup:
Brighton ella Wrexham v Newcastle
Sunderland v Middlesbrough
Dagenham & Redbridge v Southampton
Hull City v Crawley
MK Dons ella QPR v Chelsea
West Brom v Norwich
Blackpool v Sheffield Wednesday
Arsenal v Aston Villa
Stevenage v Notts County
Watford v Tottenham
Liverpool v Manchester United
Derby v Stoke City
Everton v Fulham
Macclesfield ella Bolton v Swansea
Sheffield United v Birmingham ella Wolves
Nottingham Forest ella Leicester v Swindon