Thisted vann og Hørður skoraði fyri AB

Heini F. Sørensen slapp á vøllin fyri Thisted í dag

Tað gjørdist ein heilt góður dagur hjá føroyingaliðunum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Hørður H. Askham var við frá dystarbyrjan tá lið hansara, AB á útivølli móti toppliðnum, Aarhus Fremad megnaði javnleik 1-1.

 

Aarhus Fremad var á odda 1-0 í steðginum. Tá 80 minuttir vóru leiktir av dystinum javnaði Hørður til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið.

 

AB er nummar seks í deildini við 13 stigum. 

 

Daniel Johansen spældi allan dystin, og Heini F. Sørensen slapp á vøllin teir seinastu 10 minuttirnar tá Thisted á heimavølli vann 1-0 á FA 2000.

 

Mathias Myrthue skoraði sigursmálið tá 17 minuttir vóru leiktir av dystinum. Daniel legði upp til málið við góðum hornasparki. 

 

Thisted er nummar sjey í deildini við 11 stigum.