Thomas Helmig er nú abbi

Danska tónleikastjørnan Thomas Helmig er vorðin abbi.

 

Tað er dóttur 53 ára gamla Thomas Helmig, tann 25 ára gamla Ida-Marie Helmig, ið hevur fingið eina dóttur, ið hevur fingið navnið Olga Helmig Ortiz.

 

 

Helmig eigur tvey børn, Ida- Marie og Hugo. Mamma Ida-Marie er fyrrverandi kona Thomas Helmig, Heidi Andersen. Thomas Helmig eigur Hugo saman við Renée Toft Simonsen, ið hann er giftur við. 

 

 

Hugo er við at vinna sær veg fram á danska tónleikapallin, og eltir sostatt slóðina hjá pápanum.

 

 

ABUELO hevur Thomas Helmig skrivað undir eina mynd av abbadóttur síni, sum hann hevur lagt á instagram. Abuelo merkir abbi.

 

 

Thomas Helmig hevur vitjað í Føroyum, eisini tá hann var heilt á tindunum sum ung, nýggj poppstjørna í áttatiárunum.