Thomas Petersen á Sandi er 90 ár í dag

Djarvur og fimur sum fáur hevur hann altíð verið, og í bakkanum var hann fremstur og tók tey tyngstu og truplastu tøkini

 

Í dag fyllir Thomas Petersen á Sandi 90 ár – ein maður, sum altíð hevur verið av raskastu, fimastu og fittastu monnum.

Hóast høga aldurin, er hann væl fyri, og tað eru bert fá ár síðan, at hann var í bakkanum – eftir nátaeggum ella fleygaði lunda.

Nú eru fleiri ár síðan, at nakar tók lomvigaregg, men Thomas veit nógvar søgur at siga úr Steinsdrangi, ið hann kendi sum sín egna lumma.

Djarvur og fimur sum fáur hevur hann altíð verið, og í bakkanum var hann fremstur og tók tey tyngstu og truplastu tøkini.

Thomas hevur verið óførur at lært síni børn og abbabørn at søkja bjørgini og fáast við seyð og tað, sum bøur og hagi kunnu geva.

Tað er ikki av tilvild, at myndin her omanfyri er av føðingardagsbarninum og abbadóttrini, Onnu Petru, sum her er umleið 14 ára gomul.

Myndin sigur alt um, hvat fryntligi, blíði og hjartagóði pápin og abbin hevur lagt í síni børn og abbabørn.

 

Tað eru 300 metrar av bakkanum og niður í sjógvin, og hvørki gentan ella abbin, sum situr aftanfyri, eru á nakran hátt ótrygg við hæddina.

Hetta hevur altíð verið ein partur av Thomasi, konuni, Sannu og familjuni í Miðgøtu 9 á Sandi. 

Tá farið varð í bakkan, legði Sanna dagin og øll tey, sum við vóru henda dagin, í Guds hendur, og tá dagurin leið, hevði alt gingið væl.

 

##med2##

Í sínum arbeiðslívi var Thomas onkran túr til skips, men ungur gjørdist hann elektrikari, og hetta gjørdist eisini lívsstarvið, til hann legði frá sær fyri aldur.

Honum hevur altíð dámt væl at fingist við seyð, og tá veðrarnir verða flettir um heystarnar, gera Thomas og Sanna altíð nógv burturúr.

Í hugnaliga heiminum hjá familjuni í Miðgøtu verður altíð tikið væl ímóti fólki; her hevur mangur sitið væl og fingið ein góðan kaffimunn ella breyðbita. 

Gestablíðari fólk finnur tú ikki, og í teirra hugnaliga heimi er altíð ein stólur og koppur til tín.

 

Hittinorðaður hevur hann altíð verið, og tað er hann framvegis.

 

Ein dagin, tá konan bað hann leypa í handilin at keypa mjólk, svaraði hann við einum skálkasmíli: "Man slítur ikki hálvan aldur við hetta lag..."

Hjartaliga tillukku við 90 ára degnum, Thomas, og øll góð ynskir á leiðini!

 

##med3##