Ídnaður
Tað var spenningur í “luftini”, tá ið vit fóru yvir á Skála týsmorgunin. Seint mánadagin hevði skipasmiðjan kallað til tíðindafundar stundisliga týsmorgunin, men í skrivinum varð einki sagt um, hvat fundurin fór at snúgva seg um.
Vit høvdu okkara gitingar, og tá ið vit komu yvir á Skála, gjørdist skjótt greitt, at tíðindafundurin ivaleyst hevði eitt hvørt við Thor í Hósvík at gera.
Ein av teimum fystu, vit møttu, var 81 ára gamli hósvíkingurin, Magnus Olsen, sum er pápi til teir báðar, Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, sum rættiliga hava gjørt vart seg í føroyskari sjóvinnusøgu seinastu árini.
Røturnar hjá Magnusi eru í Hósvík og konan, Gudrun, sum tó ikki var við á Skála í morgun, hevur sínar røtur í Sandoynni.
- Jú, eg eri hósvíkingur um ein háls, læt hin gamli okkum vita.
Í durinum, meðan bíðað varð, til tíðindafundurin skuldi byrja, fingu vit eitt lítið prát, og Magnus duldi ikki fyri, at hann heldur nógv av synum sínum.
Umframt vinnulívsmenninar, Gunnbjørn og Hans Andrias, eiga Magnus og Gundrun, ein annan son og eina dóttir.
Nýggjur sáttmáli
Nú var eingin ivi longur um, hvat tíðindafundurin fór at snúgva seg um, og tá ið vit so eisini møttu Gunnari Mohr, stjóra og fyrisitingarleiðaranum, Dánjali Andreasen, fingu vit at vita, at teir í morgun fóru at undirskriva sáttmála við Thor um ein nýbygning aftrat – eitt systurskip til supply-skipið, sum stendur í gerð í byggihøllini.
Tíðindafundurin varð hildin í kantinuni á skipasmiðjuni, har einir 100 mans vóru savnaðir til stóru løtuna – til kaffi, te, rundstykkir og onkra lekra fløtakaku.
Ein sangur lá á borðinum, sum skuldi syngjast við høvið, sangurin “Føroyar, tá sólin í tindrandi megi…”
Tað var fyrisitingarleiðarin, Dánjal Andreasen, sum beyð vælkomin og legði fyri við at biðja fólk syngja sangin, áðrenn farið varð víðari við skránni fyri løtuna.Ein av arbeiðsmonnunum hevði eina harmoniku við hondina, og aftur við góðum harmonikutónleiki varð sangurin sungin, so tað rungaði í kantinuni.
Hetta var ein hugnalig og heit byrjan.
Eftir sangin, segði stjórin, Gunnar Mohr, eisini nøkur orð.
- Vit eru vorðnir samdir við Thor í Hósvík um enn ein nýbygning, og nú í morgun verður sáttmálin undirskrivaður. Skipið er systurskip til nýbygningin, sum vit nú eru í holt við til felagið. Nýggi sáttmálin er um nýbygning nr. 57.
Gunnar var eisini skemtingarsamur í síni stuttu røðu í morgun.
- Sum góðir tjóðveldismenn, sum teir í Hósvík eru, vilja teir hava nýbygning nr. 57 lidnan 14. september.
Sambært sáttmálanum verður skipið liðugt um ólavsøkutíð komandi ár og fer síðan av landinum til sandblásingar og málingar. Síðan fær Thor skipið, 14. september komandi ár.
Stóran týdning
Gunnar Mohr helt fyri, hvussu stak hugnaligt tað er at síggja, at so nógv virksemi aftur er í byggihøllini.
- Hetta er til gagns fyri Skála, og hetta er til gagns fyri okkum øll, eisini okkara samfelag. Vit fara at gera alt fyri, at Thor fær enn eitt gott skip.
Stjórin legði dent á, at hetta hevði ikki latið seg gjørt uttan við útlendskari hjálp, og í hesum sambandi nýtti hann høvi at takka Landsfelag Handverkaranna fyri ta avtalu, sum er gjørd um útlendsku arbeiðsmegina.
Hann nýtti eisini høvi at takka øllum teimum, sum leggja rygg til á Skála Skipasmiðju fyri, at hetta – og annað virksemi, sum skipasmiðjan hevur – er lív lagað.
- Arbeiðsplássini og fólkini, sum mynda arbeiðsplássið, eru eitt. Uttan virki, er einki starvsfólk – og uttan starvsfólk er einki virki. Neyðugt er, at vit øll draga eina línu, legði hann dent á.
Gunnar Mohr nýtti eisini høvi at siga, at umframt byggivirksemi á Skála, hevur skipasmiðjan eisini umvælingararbeiði av ymiskum slagi, sum neyðugt er at halda fast um.
- Úti á FJM er eisini virksemi av ymiskum slagi, eitt nú eru teir í holt við verksmiðjurnar til nýggju trolararnar, sum Faroe Seafood letur byggja í Spaniu, og eisini eru teir í holt við eina verksmiðju til hummarafiskiskap, sum ein bátur í Skotlandi skal hava, segði stjórin.
Alt undirskrivað
Tá ið røður vóru hildnar, og folk høvdu fingið sær gott kaffi, te, rundstykki og fløtakaku, vórðu tey formellu viðurskiftini avgreidd við undirskriving av sáttmálum.
Eftir at sjálvur byggisáttmálin var undirskrivaður, varð nýggjur sáttmáli eisini undirskrivaður millum stjóran í pólsku skipasmiðjuni, sum leigar Skála Skipasmiðju arbeiðsmenninar.
Eftir hetta vórðu sáttmálar undirskrivaðir millum Skála Skipasmiðju og fleiri undirveitarar.
Fyrstir í røðini var El-Service, í øðrum lagi Byggiservice, í triðja lagi Demich og í fjórða lagi Radiobúðin.
Dánjal Aldreassen, fyrisitingarleiðari, segði við Sosialin eftir formella tíðindafundin, at tað aftur hesaferð verða póllendingar, sum koma at smíða henda nýbygningin.
- Tað er soleiðis, at póllendingarnir kunnu arbeiða í Føroyum í eitt hálvt ár í senn, og síðan kemur nýtt folk til landið.
Fyrisitingarleiðarin sigur, at við nýggja skipinum, sum farið verður undir í næstum, verður samlaða talið av póllendingum ikki fleiri enn í dag.
- Vit koma at hava sama tal av útlendingum, sum vit hava havt, síðan farið varð undir nýbygning nr. 56, leggður Dánjal Andreassen aftrat.
Kostnaðurin fyri nýbygningin, sum nú er undirskrivaður, er 79 mijónir krónur.
Skriva søgu
Tað eru neyvan fleiri meiningar um, at brøðurnir, Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, hava neglt sítt navn í sjóvinnusøgu føroyinga – ikki minst seinastu árini, nú felagið í Hósvík hevur gjørt veldugar íløgur, bæði í frálanda-og fiskivinnu.
Hjá teimum báðum ræður hugflog at síggja møguleikar – og eisini møguleikar, ið aðrir ikki síggja í sama mun.
Fyritøkan í Hósvík hevur vaksið ógvuliga nógv um sítt virksemi í seinastuni, og nú bíða vit bara eftir, hvat næsta stigið hjá hesum báðum dugnaligu framtaksmonnunum verður.