Oljuleiting og skipatænastur
Jan Müller
Reiðaríið Thor í Hósvík, sum í fleiri ár hevur leigað skip síni út til oljuvirksemi ymsa staðni í heiminum, hevur nú gjørt avtalu við danska felagið ESVAGT í Esbjerg um samvinnu, nú oljuleiting við Føroyar stendur fyri framman. Arbeitt verður við at gera eitt nýtt felag, ESVAGT-Thor, sum skal bjóða seg fram til at leiga út skip til standby- og bjargingaruppgávur í sambandi við komandi leiting við Føroyar. Í dag átekur Thor sær serliga vaktar- og flutningsuppgávur í sambandi við oljuvirksemi til havs.
Gunnbjørn Joensen, sum starvast hjá Thor, sigur, at samstarvið við ESVAGT merkir, at teir vera nógv betur fyri at nøkta tørvin hjá teimum fyritøkunum, sum nú fara í gongd við at leita eftir olju og gassi á føroyskum øki.
-Vit verða nógv betur førir fyri at bjóða okkum fram til komandi oljuvirksemið og kunnu átaka okkum mest sum allar uppgávur við hesi samvinnuni sigur Gunnbjørn Joensen.
Tað er ein føroyingar, sum í dag er stjóri í ESVAGT. Tað er Ovin Carlson av Tvøroyri. Fyritøkan, sum stendur fyri flestu av skipauppgávunum í sambandi við oljuvirksemið í Norðsjónum, eigur 13 skip, sum í dag nøkta stóran part av tørvinum hjá flestu av oljufeløgunum, ið arbeiða í danska partinum av Norðsjónum. Serliga arbeiðir ESVAGT fyri Amerada Hess og Statoil.
Sum nakað nýtt hevur Thor í Hósvík gjørt avtalu við Per Gulklett, sum verður ráðgevi hjá felagnum. Hann fer serstakliga at taka sær av uppgávum, sum hava við skipamekling at gera men fer eisini at brúka sínar royndir í Mærsk til at gagna Thor, nú felagið fer í samvinnu við ESVAGT fyri at vera við í komandi oljuleiting við Føroyar.
Gunnbjørn Joensen sigur, at teir við hesum samarbeiði kunnu fáa nógv know how og er eisini ætlanin, at skipini hjá ESVAKT, sum koma til Føroya, verða mannað við føroyingum.
Thor hevur boðið seg fram á bretska marknaðinum eisini, men hava lagt til merkis, at tað er torført at fáa sáttmálar, tí bretsk reiðarí verða favoriserað. -Vit hava dømi um, at bretsk feløg hava tikið av tilboðum frá bretskum reiðaríi, sum hava verið 54% dýrari enn okkara tilboð. Er hetta teirra politikkur, so eiga teir eisini at rokna við, at tað sama verður galdandi hesumegin markið. Man kundi ynskt sær, at tað var eitt sindur fríari kapping í bretskum øki. Málið varð annars tikið upp á fundinum millum Elttør og Lidell í Stavanger í august . Landsstýrismaðurin segði tá við bretska starvsfelagan, at bretsk feløg verða favoriserað. Lidell vildi kanna hetta málið