Thordis nýggjur leiðari fyri frítíðarundirvísing

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur góðkent at Thordis Dahl Hansen, verður sett sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu

Á býráðsfundi 31. mai samtykti býráðið í Sunda kommunu, at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og heita á Uttanríkis- og mentamálaráðið um at góðkenna setan av Thordis Dahl Hansen sum leiðara fyri frítíðarundirvísingina í kommununi.

 

Thordis er útbúgvin lærari og skúlabókavørður. Starvið sum leiðari fyri fríðtíðarundirvísingina er parttíðarstarv, og Thordis fer at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum lærari á Skúlanum við Streymin.

 

Aðaluppgávan hjá leiðarinum er at tryggja at kvøldskúla tilboðið í kommununi mennist, og at lærugreinirnar eru fjølbroyttar og áhugaverdar fyri bæði kyn og allar aldursbólkar.

 

Thordis verður formliga sett frá 1. august, men er longu farin í gongd við at gera skránna og finna undirvísarar til skeiðini.

 

Ætlanin er at skráin verður liðug um mánaðarskiftið august/september. Tá skráin er liðug, verður hon løgd á heimasíðuna, og faldari verður borin til øll húski í kommununi.

 

Kelda: Sunda kommuna - sunda.fo