Thorning fram um Fogh

Donsku veljararnir hava eftir øllum at døma ikki hug at takka stjórnarflokkunum fyri skattalættan og vælferðaruppskotið Var fólkatingsval í dag, høvdu stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin mist meirilutan í Fólkatinginum. Tað vísir ein meiningakanning, sum Catinét hevur gjørt, eftir at stjórnin hevði lagt síni skatta- og vælferðaruppskot fram.

Eftir kanningini er undirtøkan hjá Vinstra 1,7 prosent minni, enn áðrenn uppskotini hjá stjórnini komu á borðið, og hjá Konservativa Fólkaflokkinum er undirtøkan 0,3 prosent minni. Danski Fólkaflokkurin, sum styðjar stjórnina, hevur eisini afturgongd. Flokkurin hevur nú 0,6 prosnt minni undirtøku enn fyri átta døgum síðani.

Samanlagt høvdu teir tríggir flokkarnir fingið 83 tinglimir og sostatt mist meirilutan, var fólkatingsval nú.

Catiné-kanningin gevur Sosialdemokratunum, SF og Ny Alliance framgongd, meðan Radikali Vinstri missir undirtøku. Sosialdemokratiski flokkurin hevði verið størri enn Vinstri.

Ny Alliance hevði sambært kanningini fingið 12 tinglimir og kundi tískil fingið avgerandi ávirkan á støðuna hjá stjórnini, sigur danska útvarpið.