Helle Thorning-Schmidt og fylgi eru nú í Klaksvík.
Tað er Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum er vertur við vitjanina í Klaksvík, har Helle Thorning-Schmidt og fylgi komu eftir døgurða. Fyrst varð lagt at landi í Spaniastovu, har boðið var til eitt ábit. Borgarstjórin greiddi í vælkomurøðu síni m.a. frá tí søguliga staðnum, økið úti í Klaksvík, hevði at siga frá.
Helle Thorning-Schmidt takkaði fyri og hugleiddi um tey bond, sum søguliga knýta okkum og tók upp aftur tráðin hjá borgarstjóranum um, at vit øll eru tætt knýtt umvegis tøknina, alnótina og eisini at t.d. føroyingar og danir sita samstundis og hyggja at sama fótbóltsdysti í sjónvarpinum í hvør sínum landi og hava somu kenslu fyri hvussu leikur fer.
Leiðin gekk síðani niðan í Christianskirkjuna, har Alex Sólstein greiddi frá um nýumvældu altartalvuna og alt tað, sum henda vakra kirkja hevur at siga frá.
Síðani gongur leiðin til P/F Hvalnes, sum eigur Norðborg og Christian í Grótinum, har Kristian Martin Rasmussen, reiðari fær høvi at greiða frá teirra virksemi og hvønn týdning teir meta pelagiska vinnan hevur fyri Føroyar og annars fiskivinnuhøvuðsstað Føroya, Klaksvík.
Myndirnar tók Dávur Winther