Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í kvøld í Wunderino høllini í Kiel ímóti Balingen-Weilstetten í dysti í týsku bundesliguni.
THW Kiel vann greitt 36-29. Í steðginum var Kiel á odda 16-12.
Kiel hevur á fjórða plássinum 34 stig, tvey stig færri enn Magdeburg, ið er næstfremst í bundesliguni. Magdeburg spælir nú móti Gummersbach á útivølli.
Tað var ikki so ofta boð eftir Eliasi í hesum dystinum, sum í øðrum dystum, men hann skoraði so eitt mál og legði upp til eitt mál í kvøld.
Komandi mikudag klokkan 17.45 spælir Kiel seinasta dystin í Champions League bólkaspælinum. Tá kemur kroatiska liðið, RK Zagreb á vitjan í Wunderino høllini.
Í morgin klokkan 14 tekur liðið hjá Hákuni West á Teigum, Füchse Berlin móti Erlangen í Max Schmelling høllini í Berlin. Füchse Berlin er oddalið í bundesliguni við 39 stigum.