Tað var vaktarskifti í Fuglafirði, tá ÍF mánakvøldið hevði aðalfund. Verandi formaðurin valdi ikki at halda fram í sessinum, sum hann hevur havt í eitt ár, eftir at hann tók við eftir Ólav Larsen.
Les eisini: ÍF fingið nýggjan formann
Nýggjur formaður í ÍF er Njal Reinert-Petersen. Magnus flytir møguliga av landinum og tí vildi hann ikki sita við allari ábyrgdini.
- Eg bleiv útlærdur 1. februar, og havi søkt í skúla í Aarhus, sum byrjar í august. Eg vildi ikki sita við evstu ábyrgd, um eg nú rými í hálvuni, sigur Magnus Jørmundsson.
ÍF bleiv nummar tvey farna kappingarár og Magnus er glaður fyri eina árið sum formaður.
- Tað er eingin loyna, at tað hevur verið strævið, men samstundis stuttligt, mennandi, áhugavert og læruríkt. Eri komin at kenna eina rúgvu av fólki, sum eg annars ikki hevði komið at kent. Eri eisini sera glaður fyri at eg havi fingið hesar royndirnar, sigur Magnus Jørmundsson víðari.
Magnus heldur fram í nevndini hjá ÍF, har hann verður kassameistari, men tað er helst ikki seinastu ferð, at hann verður formaður í felagnum.
- Nei, tað vil eg fyri alt í verðini ikki hopa, sigur Magnus Jørmundsson.