Tíðindafundur: Håkan fer at broyta spælskipan

Manslandsliðið: Landsliðsvenjarin kunngjørdi at tað verða broytingar til dystin móti Albania

Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Albania, sum verður týskvøldið klokkan 19.45. Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, boðaði á tíðindafundinum frá, at føroyska liðið fer at broyta spælskipan til dystin móti Albania.

 

-  Vit broyta spælskipan til dystin. Tað kann eg vátta og tað hevur allatíð verið meinginin. Tað byggir á okkara greinin av Albania, sum spælir øðrvísi enn Kekkia, segði Håkan Ericson, sum spældi 5-4-1 móti Kekkia.

 

Tað hevur verið ein ávísur kritikkur av tapinum móti Kekkia leygarkvøldið. Ein kritikkur hevur verið, at føroyska liðið var ov verjukent við trimum miðverjum, og at liðið ikki megnaði at hava nakað samanhangandi spæl.

 

- Vit velja at spæla við fimm í verjuni, tí vit síggja at kekkar eru góðir at spæla langar bóltar og samla returbóltar upp. Tí velja vit at taka ein spælara afturat í verjuna. Vit hava nøkur góð uppspøl, men vit eru ov stressaðir við bóltinum, sigur landsliðsvenjarin og leggur afturat:

 

- Mær dámar væl at greina dystir í tølum og tað tøl, sum vísa framgongd í mun til dystin í Kekkia. Vit minka teirra røttu avleveringar við hundrað. Vit økja spælbýtið til okkum frá 28 prosentum tá, til 39 prosent hesa ferð.

 

Hann nevnir eisini nøkur onnur tøl, áðrenn hann viðgongur at hetta nokk ikki vigar nógv, tá liðið einki skot hevur á mál.

 

- Tit síggja tað kanska øðrvísi, men vit í venjaratoyminum mugu greina dystir upp á hendan mátan og finna framgongd. Tað er eisini nakað eg legði dent á, tá eg byrjaði í starvinum, sigur Håkan Ericson.

 

Føroyar spæla móti Albania í annaðkvøld klokkan 19.45.