Tíðindafundur um Fields-skottilburð kl 23.45

Sjefpolitiinspektørurin í Danmark fer klokkan 23.45 okkara tíð at greiða meira frá um skottilburðin í handilsmiðstøðini Fields.

 

Søren Thomassen, sjefpolitiinspektørur (Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix)

Tað nýggjasta um skottilbuðrin í Fields í Keypmannahavn verður at frætta á tíðindafundi klokkan 23.45.

Har ferð sjefpolitiinspektørurin Søren Thomassen enn einaferð at greiða frá gongdini í málinum. Tað upplýsir Københavns Politi á Twitter.

Fyrr í kvøld hevði hann eisini ein tíðindafund, har hann greiddi frá arbeiðinum hjá løgreglunum í hesum sambandi. Har segði hann eisini, at fleiri fólk vóru deyð av skotunum.

Ein 22 ára gamal maður er handtikin í málinum.

Løgreglan hevur síðani arbeitt við at greiða, um fleiri illgerðarmenn hava verið við til illgerðina.

/ritzau/

 

 

Søren Thomassen, sjefpolitiinspektørur (Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix)