Tíðindaskriv

Tey bæði stóru fótbóltsfeløgini í Havn, HB og B36, hava gjørt avtalu við reklamuvirkið Team 85 um sølu og uppseting av lýsingarskeltum kring fótbóltsvøllirnar í Gundadali.

Sambært avtaluni skal Team 85 taka sær av sølu og uppseting av skeltum um vøllirnar í Gundadali.

Stór arbeiði stendst av at selja lýsingar, og hetta hevur verið tungt hjá fótbóltsfeløgunum. Team 85 hevur frammanundan eina vælvirkandi søludeild, ið m.a. eisini stendur fyri arbeiðnum at fáa lýsingar á býarbussarnar í Havn, og gjøgnum tað dagliga sambandið við lýsararnar, og við einum miðvísum søluarbeiði, fer hetta uttan iva eisini at koma fótbóltsfeløgunum til góðar.

Team 85, sum er størsta reklamuvirkið í Føroyum, ger skelti til slík endamál á egnum verkstaði. Sostatt verður tað í framtíðini høgligari hjá lýsarunum at fáa skelti við vøllin, tí Team 85 bjóðar teimum eina heildarloysn, sum umfatar leigu, framleiðslu, uppseting og viðlíkahald av skeltinum. Fyrr var tað soleiðis, at HB og B36 hvørt í sínum lagi seldu lýsingarplássini, meðan lýsarin sjálvur mátti útvega skelti og syrgja fyri viðlíkahaldi av tí.