Útifimi tikið í nýtslu

Millum fótbóltsdystin hjá oldgirls millum B36 og AB, og dystin millum tónleikarar undir og yvir 30 ár, varð triðja útifimi í kommununi tikið í nýtslu.

Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum alment tók útifimið, sum liggur sera væl plaserað beint við fótbóltsvøllin, í nýtslu.

Útifimi er ætlað fýra ymiskum venjingum. Eitt er kenda gonguverkið, har bein og armar verða vand, hini eru eitt til balansuvenjing, eitt til ryggvenjing og eitt til armar og kropp.

Fyrsta útifimi varð sett ujpp á Glasheggi í fjør, meðan tað næsta í røðini varð sett upp við Kinabrekkuna fyri trimum vikum síðani.

Í stuttu røðu síni segði Heðin Mortensen, at tað ikki minst var ítróttasøguni í Nólsoy at takka, at bygdin sum tann fyrsta í kommununi uttan fyri Havnina fær sítt útifimi.

Einki er at ivast í, at nólsoyingar fara at nýta hendan nýggja møguleikan til fulnar.