Tíggju nýggj brotin United met undir Moyes

Her er sjón fyri søgn, at kappingarárið hjá Manchester United ikki hevur eydnast so væl sum vónað.

At kappingarárið hevur hilnast illa hjá Manchester United er eingin loyna. Her eru tíggju nýggj, heldur óheppin met, ið United liðið í ár hevur brotið.

Fyrsta tap í Grikkalandi nakrantíð

Mikukvøldið tapti Manchester United 0-2 móti Olympiakos. Hetta var samstundis eisini fyrsta tap hjá Manchester United nakrantíð í Grikkalandi.

Fyrsta tap móti Stoke í 30 ár

Manchester United hevur seinni árini havt sera gott tak á Stoke í Premier League. Bæði á útivølli og heimavølli hevur Manchester United ongantíð tapt móti Stoke. Hetta bleiv tó broytt tann 1 februar í ár, tá Manchester United tapti 2-1 móti Stoke á útivølli.

Trý tap á rað

Fyri fyrstu ferð síðani 2001 hevur liðið megnað at tapt 3 dystir á rað. Hetta hendi teir fyrstu dystirnar í 2014, tá liðið tríggjar ferðir á rað tapti 1-2.

Fyrsta Fulham stigið á Old Trafford í 11 ár

Fulham hevur einki stig fingið á Old Trafford síðani 2003, tá liðið heldur óvæntað vann 1-3 á Old Trafford. Hetta bleiv tó broytt í ár, tá Fulham megnaði at fáa 2-2 á útivølli móti Manchester United.

Fyrsta tap móti Swansea nakrantíð

Tá Swansea 5 januar bergtók øll og vann 1-2 á Old Trafford, var tað eisini fyrstu ferð nakrantíð at Swansea vann móti Manchester United. Hetta skuldi seinni eisini vísa seg at verða ein av teimum seinastu dystunum hjá Michael Laudrup sum Swansea venjari.

Fyrsta tap á heimavølli móti Newcastle í 41 ár

Tapið móti Newcastle fyrst í december mánaða varð fyrsti sigur hjá Newcastle á útivølli móti Manchester United síðani 1972.

Fyrsti Everton sigur á Old Trafford í 21 ár

David Moyes skifti í summar venjarastarvið hjá Everton út við venjarastarvið hjá Manchester United. Hóast David Moyes ongantíð megnaði at vinna á Old Trafford sum Everton venjari, eydnaðist tað honum heldur ikki at vinna heimadystin móti Everton sum Manchester United venjari. Everton vann dystin 0-1 í december við málið frá Brian Oviedo.

Fyrsta tap á heimavølli móti West Bromwich í 35 ár

Fyrsta met, ið brotnaði hjá Manchester United undir David Moyes var í september, tá Manchester United á heimavølli tapti 1-2 móti West Bromwich.

Dýrasta keyp nakrantíð hjá Manchester United

Tá Juan Mata í endanum av januar bleiv keyptur til Manchester United, var tað samtundis eisini dýrasta keyp hjá Manchester United nakrantíð.

Manchester United keypti Juan Mata fyri 37 milliónir pund frá arvafíggindunum úr Chelsea. Tað svarar til 336 milliónir føroyskar krónur.

Størsti sáttmáli til ein Manchester United leikara nakrantíð

Wayne Rooney skrivaði í farnu viku undir nýggjan sáttmála við Manchester United.

Stóra stjørnan á Manchester United liðnum fær nú 300.000 pund um vikuna, ið svarar til 2,75 milliónir krónir føroyskar krónir.

Hetta er størsti sáttmáli, ið Manchester United nakrantíð hevur skrivað við ein leikara.

Keldan til greinina er danska blaðið Metro Xpress.