Tikið 125 fyri at koyra við kenning

Løgreglan hevur aftur hetta vikuskiftið tikið nakrar bilførarar fyri at koyra við kenning og sunnumorgunin varð rúsdrekkakoyrari nummar 125 tikin

Aftur hetta vikuskiftið vórðu nakrir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning.

Seint leygarkvøldið varð ein tikin fyri rúsdrekkakoyring mitt í Havnini. Hann varð tikin, tí at løgreglan varnaðist, at koyringin var eitt sindur sløðrandi og tí varð bilurin steðgaður.

Tað vísti seg, at bilførarin hevði onki koyrikort. Men tann sum átti bilin var eisini í bilinum og hann verður eisini skuldsettur fyri at hava latið bilin upp í hendurnar á einum fullum manni, sum heldur ikki hevði koyrikort.

Hann kann vænta sær bót, tí áðrenn hann letur lyklarnar frá sær, hevur hann skyldu at tryggja sær, at tann, sum skal koyra bilin, hevur koyrikort og er førur fyri at koyra.

Og sunnumorgunin varð aftur ein tikin fyri at koyra við kenning og løgreglan sigur, at tað er rúsdrekkakoyrari nummar 125 í ár.

Her er bara talan um rúsdrekkakoyrarar, sum løgreglan hevur steðgað í vanligum kanningum, ella, sum eru meldaðir.

Her eru sostatt ikki tey tald við, sum hava koyrt við kenning og sum í hesum sambandi hava elvt til óhapp og vanlukkur.

Tann, sum varð tikin sunnumorgunin, varð tikin í sambandi við ferðsluvanlukkuna í Ringvegnum sunnumorgunin. Í hesum sambandi varð løgreglan á staðnum og skipaði ferðsluna og tá varnaðust tey, at lítið skil var í koyringini hjá tí eina føraranum.