Tikið FR-kort úr tasku

Løgreglan hevði eitt friðarligt vikuskifti

Farna vikuskiftið var friðarligt hjá løgregluni.

Onkur smá ferðsluóhapp, sum ikki hevði so nógv uppá seg, sigur Súni Vinther, støðleiðari í Havn.

Tó so, onkur hevur misskilt munin millum tað sum er títt og mítt, tí seinnapartin sunnudagin var møtið í Ebenezer og har høvdu fólk sum vanligt hongt sær yvirklæðinini í gongini.

Hetta hevur óiva verið ov freistandi fyri veikar sálir, tí tá møtið var liðugt, var onkur sum fann út av at eitt FR-VISA kort var stolið úr lummanum.

Seinni sunnudagin vórðu tveir persónar tiknir inni í eini kiosk í Havn, við kortinum. Teir verða skuldsettir fyri stuldur.

Umleið klokkan tvey seinnapartin sunnudagin var løgreglan boðsend at koma út til tyrlupallin á Boðanesi.

Orsøkin var, at har gingu nakrir fullir mas og órógvaðu tyrluna so at hon ikki slapp á flog.

Menninir vóru tiknir við á støðina og teir eru skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar.

Løgreglan hevur um vikuskiftið eisini verið við í leitingini eftir Sjóborgini.

Ikki beinleiðis, men tá tað, sum í hesum føri, er talan um burturblivnar persónar, so skal leiting setast í verk gjøgnum Politiets Eftersøgningstjeneste í Keypmannahavn og Interpol.

Hetta fyriskrivar lógin og tað er tí gjørt, sigur Súni Vinther.