Tikin fyri at boða frá dómadegi

Í Kina hava myndugleikarnir tikið meiri enn 800 limir í kristna felagsskapinum "Guð er almáttugur", tí tey høvdu breitt út tilfar um, at dómadagur er í nánd og eggjað fólki til at seta seg upp ímóti landsins kommunistastýri.

Limirnir í "Guð er almáttugur" eru sannførd um, at heimurin fer at ganga undir í morgin, tí tá endar kalendarin hjá teirri gomlu Maya-mentanini, og summi hava bygt sær ymsar útgávur av ørkini hjá Nóa (myndin). Men tey hava samstundis sagt, at kinesarar kunnu sleppa undan dómadegi við at beina fyri "tí stóra reyða drekanum", sum er kinesiski kommunistaflokkurin.

Samkoman "Guð er almáttugur" varð sett á stovn fyri nøkrum fáum árum síðani og virkar í loyndum, av tí at fræls trúarsamfeløg eru ikki serlioga væl umtókt í Kina. Kinesiskir fjølmiðlar hava fordømt samkomuna. Eitt nú vil blaðið China Youth Daily vera við, at kvinnur í samkomuni hava brúkt sítt kvinnuyndi til at fáa ungar menn upp í samkomuna.