Tikin fyri at koyra við kenning

Løgreglan á Tvøroyri tók sunnumorgunin ein bilførara fyri at koyra við kenning. Burtursæð frá tí var vikuskiftið sera friðarligt

Løgreglan á Tvøroyi hevði ikki nógv at takast við hetta vikuskifti.

Eingi størri tiltøk vóru í oynni og tí var ikki so nógv fólk í býnum.

Men hóast tað, so er enn onkur, sum heldur, at tað kann lata seg gera at koyra og verða ávirkaður av rúsdrekka samstundis,. og ein slíkur kom í felluna hjá løgregluni á Tvøroyri sunnumorgunin.

Maðurin varð steðgaður av løgregluni og tá teir høvdu mistanka til at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka, so valdu teir at taka hann við á støðina, har blóðroynd varð tikin av honum.

Hendan er nú send til kanningar í Danmark og tá hon kemur aftur frættir maðurin aftur frá løgregluni.

Av løgreglustøðunum í Klaksvík og úr Vágunum frætta vit, at har hevur verið púra friðarligt. Eingin hevur forbrotið seg á nakran hátt.

Sandsstevna var eisini um vikuskifti, men av løgreglustøðini á Sandi vistu teir einki at siga um nakran ófrið tíbetur.