Klokkan sjey í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur hevði rnet á ein garð í Jóannesar Paturssonargøtu.
Tá ið løgreglan kom á staðið, varð mett, at bilførarin var ávirkaður av rusdrekka, so hann varð tikin.
Bilførarin fór eisini á skaðastovuna til kanningar, men tað var einki, sum bendi á nakran skaða, kortini.
Hinvegin fingu bæði garður og bilur fitt as skaða.
Um sama mundið í morgun fóru tveir vinmenn til hendurs í einum húsum. Tað endaði við, at annar varð sligin so meint, at hann fekk skaða og mátti á skaðastovuna til viðgerar.
Løgreglan roynir at greiða træðrirnar í málinum, men tað er alt sum bendir á, at maðurin, sum sló, verður skuldsettur fyri harðskap, sigur løgreglan.
Annars hevur tað verið rættiliga friðarligt í nátt, sigur løgreglan.