Tiknir við hassji uppi á sær

Fleiri ferðsluóhapp vóru um vikuskiftið og eisini vóru tveir mans tiknir við hashi uppi á sær

Løgreglan í Havn varð kallað út til fleiri ferðsluóhapp um vikuskiftið.

Tað fyrsta var í Hósvík fríggjakvøldið, tá ein bilur, sum var á veg

norðureftir, varð árendur aftanífrá.

Stórur materiellur skaði stóðst av óhappinum, men eingin fólkaskaði

hendi.

Leygardagin hendi eitt líknandi óhapp í J. C. Svabosgøtu í Havn.

Ein bilur á veg inn móti býnum kom ov langt yvir í vinstra borð og

rendi frontalt á ein bil, sum kom koyrandi út eftir.

Eins og í Hósvík var materielli skaðin rættiliga stórur, men eingin

fólkaskaði hendi tíbetur, sigur Súni Vinther, støðleiðari í Havn frá.


Hassj og innbrot

Tíðliga sunnumorgunin var ein ungur maður tikin fyri at koyra

ávirkaður. Hann varð handtikin klokkan tíggju minuttir yvir trý

sunnumorgunin og hann kann vænta sær at hoyra aftur frá løgregluni um ikki so langa tíð.

Seinni sunnudagin fekk løgreglan illgrunað um at tveir mans - ein 24 ára gamal og ein 28 ára gamal - gingu og seldu hassj í Havnargøtum.

Teir vórðu tí tiknir og tá fann løgreglan 12,5 gramm av hassji uppi á teimum.

Menninir vera tí ákærdir fyri brot á lógina um euforiserandi evnir, men eftir lidna avhoyring var annar teirra leyslatin.

Hin varð ikki, tí hann hevði løgreglan í Vágum illgruna til í sambandi við innbrotið í Keypsamtøkuni í Miðvági sunnumorgunin, og tískilfingu teir mannin vestur til avhoyringar.

Seint sunnukvøldið fekk løgreglan boð um omanlop við Stykki, og tí tók landsverksfrøðingurin sær av áðrenn skaði hendi.