Hetta er als ikki so.
Er tað rætt og rímuligt, um tú Andreas við vilja sorlar ein brandbil hjá kommununi, at kommunan so skal gjalda og ikki krevja endurgjald frá tær?
Eg haldi sum skattaborgari í Tórshavnar Kommunu, at kommunan hevur eina beinleiðis skyldu til at krevja endurgjald í sovornum føri.
Arbeiðssteðgurin er settur í verk av tær sum nevndarformanni við vilja, og vísir tað seg, at hesin arbeiðssteðgur er ólógligur, og hevur almenni myndugleikin Tórshavnar Kommuna havt tap av hesum, meti eg at kommunan yvirfyri øllum hinum skattaborgarunum í býnum hevur eina treytaleysa skyldu til at gera alt fyri at fáa ein møguligan miss innaftur.
Hugsað um tað!
Jógvan Páll