Sum ein partur av sínari førleikamenning fór Barbara á Tjaldra-fløtti til Íslands herfyri at arbeiða í íslendska forsætismálaráðnum.
Uppgávan var greið framman-undan. Hon skuldi royna at seta seg inn í tað sama, sum hon til dagligt sjálv fæst við á løgmansskrivstovuni í Tinganesi.
Hetta við at embætisfólk úr føroysku miðfyrisitingini kunnu fara til arbeiðis í tí íslendsku kom í lag gjøgnum eina avtalu, sum Anfinn Kallsberg, táverandi løgmaður gjørdi við táverandi íslendska forsætisráðharran, Dávid Oddson.
Líknandi arbeiðshættir
Barbara kannaði millum annað uppgávurnar hjá íslendska forsætisráðharranum og samanbar við uppgávur løgmans. Hon sigur, at í prinsippinum er talan um líknandi rytmur í húsinum.
? Íslendski forsætisráðharrin heldur til dømis eisini røðu, tá Altingið kemur saman, og hann heldur eisini eina nýggjársrøðu, greiðir Barbara frá og leggur afturat, at arbeiðshátturin í íslendsku miðfyrisitingini líkist nógv honum í Føroyum.
Barbara nevnir onkrar munir millum til dømis hvørji málsøki liggja í íslendska forsætismálaráðnum í mun til løgmans-em-bætinum í Føroyum. Eitt av málsøkjunum er búskaparstýring, sum forsætisráðharrin í Íslandi umsitur.
? Hvørjaferð okkurt snúði seg um búskap, so var tað forsætis-ráðharrin, sum úttalaði seg, greiðir Barbara frá.
Somuleiðis samskipaði hann alt, sum hevði nakað við KT-vinnuna at gera, strategiir av ymsum slagi, og í samstarvi við onnur Norðurlond er forsætis-málaráðið við til at skipa fyri ráðstevnum.
? Hatta málsøkið verður umsitið av Vinnumálaráðnum í Føroyum, sigur Barbara og heldur fram, at í og við at Ísland hevur fullveldi, hava tey uttanríkisráðharra. Eitt málsøki, sum í Føroy-um verður umsitið av løgmanni.
Løgmansfundir
Barbara heldur, at tað eru nøkur viðurskifti, ið virka betur í føroysku miðfyrisitingini enn í tí íslendsku.
? Fyrireikingin í sambandi við stjórnarfundir í Føroyum er betri fyriskipað enn í Íslandi. Landsstýrismenninir fáa alt tilfarið nakrar dagar undan einum fundi, og harvið eru teir betri kunnaðir um málini hjá hvørjum øðrum, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Hon greiðir frá, at í 2000 byrjaði táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg at hava fundir við hvønn landsstýrismannin sær. Saman við aðalstjóra, løgmansstjóranum og einum skrivara vóru hesir sokallaðu løgmansfundirnir hildnir.
? Jóannes Eidesgaard, løgmaður hevur valt at styrkja um samskipandi uppgávuna, og eg dugdi ikki at síggja nakað líknandi í Íslandi. Men hinvegin hava íslendarar eitt nógv størri floks-apparat aftan fyri flokkarnar og hartil eru bert tveir flokkar í samgongu. So tað er ongin ivi um, at tað politiska er betur samskipað har enn í Føroyum, sigur Barbara.
Lógarásett miðfyrisiting
Eitt annað, sum Barbara gav sær nógv far um í Íslandi er, at har er ásett við lóg, at miðfyrisitingin skal telja 13 aðalráð, meðan tað í Føroyum er meiri flótandi. Undanfarna valskeið vóru níggju aðalráð, meðan tey í dag eru vorðin til sjey.
? Orsøkin til, at tað er ásett við lóg, er søgulig. Tað var lítið skil á, áðrenn lógin kom. So hon varð sett í gildi fyri at fáa alt í fastar rammur, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Ein aðalstjóri í íslendsku miðfyrisitingini verður settur í fimm ár ísenn. Ein ráðharri hevur somuleiðis heimild til at taka ein ráðgevara við sær inn í ráðið at arbeiða. Ein sokallaðan "spin-doktara", sum aloftast fylgir sínum politikkara úr starvi í starv. Ein tílíkur hevur tað til uppgávu at bera vitan millum politikkaran og fyrisitingina ? umframt at hann hevur eitt tætt samstarv við flokkin. Men ein tílíkur ráðgevi hevur ongar heimildir til at taka nakrar avgerðir ella nakað tílíkt.
Sum dømi nevnir Barbara, tá skiftið millum íslendska uttanríkisráðharran og forsætisráðharran fór fram. Tá var hon stødd í Íslandi.
? Tá fóru fimm av 12 starvsfólkum við honum í uttanríkisráðið at arbeiða. Politiski ráðgevin sjálvandi. Men tað sum undraði meg var, at stjórnar-skrivarin og tvey onnur eisini valdu at fara. Harafturat bleiv aðalstjórin sendimaður í Týsklandi, greiðir Barbara á Tjaldra-fløtti frá.
Hon spurdi starvsfólkini í íslendsku miðfyrisitngini, hvussu lógarásetta fyrisitingin virkar. Har hildu tey flestu, at hon virkar væl, men at tað skjótt blívur ov stirvið.
Tí hava aðastjórarnir í íslendsku fyrisitingini sett eitt arbeiði í gongd, har ein reglugerð um rokering av starvsfólkum verður gjørd.
? Harvið kunnu starvsfólk í fyrisitingunum ogna sær eina breiðari vitan um tey ymsu politisku økini, og harvið hevði tað lætt munandi um samskiftið, heldur Barbara, sum ikki heldur, at tað átti at verið nakað bein í at sett eina tílíka rokeringsskipan í verk í føroysku miðfyrisitingini.
? Tað hevði sikkurt verið eitt hol í í eina tíð, men eg dugi ikki at síggja, at tað hevði verið so øgiliga trupult, heldur Barbara.
Hevði farið aftur
Barbara arbeiddi í íslendska forsætismálaráðnum í ein mánað. Henni dámdi sera væl, og hon sigur, at hatta var ein upplagdur møguleiki til at víðka sjónarringin.
- Eg fekk høvi at síggja, hvussu tey arbeiða aðrastaðni enn í Føroyum, sigur hon.
Tað heldur hon, at ein kann læra nógv av, men samstundis heldur hon eisini, at hon samstundis fekk eyga á nøkur viðurskifti, sum veruliga virka væl í Føroyum.
Hon hevði gjørt sær ein málsetning, áðrenn hon fór. Men hon varnaðist mong onnur viður-skifti, sum hon ikki beinleiðis hevði givið sær far um áðrenn.
Barbara heldur ikki, at ein mánaður var ov stutt. Maðurin og bæði børnini vóru við allan mánaðin. Tey búðu í einari íbúð mitt í Reykjavik, og børnini fóru í ein skúla.
? Ein mánaður var ov stutt fyri tey at veruliga fáa vinir, men tað var akkurát passaligt til mína uppgávu. Men um eg skuldi til arbeiðis fyri tey í fyrisitingini, so haldi eg, at eitt heilt ár, hevði verið meiri passandi, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, sum púra ivaleys játtar, tá hon verður spurd, um hon hevði tikið av eina aðru ferð, um høvi býðst.
? Men so skuldi tað verið í einum øðrum landi, sjálvandi, sigur stjórin á Stjórnardeildini í Tinganesi, Barbara á Tjaldrafløtti.