Til Føroya Løgting

Viðvíkjandi íbúðartørvinum hjá fólkum, ið hava brek

Undirritaðu feløg ? Javni og Sinnisbati, vilja við hesum venda okkum til avvarðandi landsins myndugleikar viðvíkjandi íbúðartørvinum hjá teimum bólkum, sum vit varða av, ? nevniliga teimum fólkum, ið eru menningartarnað og sálarliga sjúk.

Vit vilja fyrst og fremst vísa til hjáløgdu skjøl, sum hvør í sínum lagi lýsa tørvin á økinum. Afturat hesum vilja vit føra fram:

At vit ynskja ein miðvísan almannan bústaðarpolitikk, fyri fólk við breki.

Vit meta tað vera sera umráðandi, at almennu myndugleikarnir í Føroyum seta út í kortið ein almannan politikk á hesum øki.

Tað er skyldan hjá einum og hvørjum samfelag so frægt, sum tað er gjørligt at tryggja øllum borgarum landsins somu íbúðarmøguleikar.

Tá talan er um hesar nevndu bólkar krevst ein serlig tillaging frá øllum.

Javni og Sinnisbati ? sum varða av teimum, ið eru menningartarnað og sálarliga sjúk hava gjørt og vilja fegin gera okkara part, men hetta okkara virksemi kann geva best møguligt úrslit, uttan at hetta verður gjørt, sum ein partur av einum miðvísum politikki á økinum, ? sum tað er ábyrgdin hjá politisku myndugleikunum at skipa fyri.

Vit meta tað fyrst og fremst at vera umráðandi, at politikkurin hevur til endamáls, at flest møgulig í størst møguligan mun kunnu sleppa at hava eina tilveru uttanfyri almenna sjúkrahús- og røktarumhvørvið.

Tørvurin á økinum kann í stuttum gerast upp í fýra stigum:

1. Neyðugt er við stovnum har tey brekaðu, ið hava tørv á tí, kunnu verða »slúsað« út til eina vanliga tilveru. Hesir stovnar skulu tískil metast at vera »eitt stig á leiðini«, har viðkomandi kunnu vera eina tíð, meðan tey verða lagað til vanligu tilveruna.

2. Neyðugt er við stovnum til tey, sum eru ov væl fyri til at vera í almanna »systeminum«, men sum tó ikki eru nóg birg til at klára seg uttan røkt. Her eiga at vera møguleikar, eftir tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum, so sum sambýlir ella røktarheim fyri sálarliga sjúk.

3. Aftur hesum er neyðugt at útvega íbúðir til tey, sum kunnu klára seg einsamøll, men sum tó kunnu hava trupulleikar við at útvega sær íbúð á vanliga íbúðarmarknaðinum.

4. Tann í hjáløgdu skjølum vísti tørvurin á íbúðum ella sambýlum talar fyri seg, hvønn tørv sum fólk ið menningartarnað og onnur við serligum tørvi hava. Sum ein meginregla eiga vit at siga, at ein bústaður til fólk, ið hava brek eigur at vera á sama støði, sum onnur fólk í samfelagnum hava, men eisini eigur bústaðurin at vera tillagaður til tann tørv, sum tann einstaki hevur.

Ódýrari skipan

Tað er greitt, at hetta mál eisini hevur eina fíggjarliga síðu. Men hon er ikki so ræðandi, sum ein kundi hugsað sær. Fyrst er at siga, at her er peningur at spara. Tað er greitt, at tað er munandi bíligari at lata fólk búgva á stovnum uttanfyri almennu skipanina, enn at tey eru innløgd á sjúkrahúsið ella almennu røktarskipanina.

At útvega stovnar vil í fyrsta umfari kosta pening. Men sum tað verður víst í hjáløgdu skjølum eru ymiskir fíggjarmøguleikar, ið gera, at meira fæst fyri eina játtan á fíggjarlógini enn fólk annars kann ímynda sær.

Vit vilja fegin ásanna, at í teirri støðu sum vit vóru í fyrst í 90 unum, máttu vit lata okkum lynda, at tað varð spart á hesum øki sum á øðrum økjum.

Men nú er fíggjarliga støðan broytt.

Enn hava vit ikki merkt nakað til hetta á okkara øki

Áheitan!

Javni og Sinnisbati vilja við hesum venda okkum til allar almennar myndugleikar við inniligari áheitan, um at tað verður sett ein munandi peningaupphædd á fíggjarlógina í ár 2001.

Okkum er altíð vístur ein góður vilji frá politikkarunum, men tann góði viljin einsamallur er ikki nóg mikið ? tað er nú einaferð pengum vit hava tørv á!

Feløgini eri til eina og hvørja tíð til reiðar at greiða nærri frá okkara sjónarmiðum og grundgevingum.

Tí vóna vit at frætta skjótt aftur.


Virðingarmest

Javni

Diana í Puntabyrgi, form.

Sinnisbati

Svenning á Lofti, form.