Til Føroya Landsstýri

Tillukku við væleydnaða skatta- og avgjaldspolitikkinum, tit hava lovað Føroya fólki skattalætta, men ongin skattalætti er at hóma, men eitt økt skattatrýst er veruleiki.
Sjónvarpsgjaldið, sum jú er ein skattur, er hækkað úr 1500 kr.upp í 2000 kr., hettar skulu Føroyingar gjalda, sjálvt um teir ikki hyggja at SVF, tí teir hava aðrar sjónvarpsstøðir at hyggja at, og har halda teir seg fáa meira fyri peningin.
Hví ikki lata føroyingum hava frælsi til at velja sjálvir, um teir vilja gjalda fyri at síggja SVF, tað kann gerast við at keypa ein kassa og eitt kort frá SVF, tann sum ikki er áhugaður at hyggja at, tí sum SVF hevur at bjóða, keypir sær ikki henda kassa, og er tí ikki tvingaðaur at gjalda fyri nakað sum hann ikki hyggur at.
Serstakliga góðar tíðir hava verið í Føroyum nú í nøkur ár, men hesar góðu tíðir hava mest sum bert verið fyri tað almenna, hjá tí vanliga fólkinum verður bara minni og minni eftir av hvørjari forvunnari krónu, sjónvarpsskatturin er eitt talandi dømi um hettar, nú arbeiðir føroyingurin meira fyri tað almenna enn fyri seg sjálvan, hetta má vera tað, sum sitandi samgonga kallar fyri frælsi.