Til Føroyar á kunningarferð

Seinnapartin í gjár vitjaði Týsk-norðurlendska tingnevndin í týska samveldistinginum í Tinganesi, har tey høvdu fund við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Tingnevndin arbeiðir fyri at styrkja samstarvið og samhandilin ímillum Týskland og Norðurlond.?

Á fundinum greiddi løgmaður frá føroyska búskapinum, útflutningi, orkuøkinum og ríkisrættarligu støðu Føroya, sigur løgmaður í morgun.

Tingfólkini høvdu stóran áhuga fyri burðartalinum í Føroyum, ið er høgt í mun til burðartalið í Týsklandi.?

Tingnevndin var áhugað í viðurskiftunum millum Føroyar og ES, og løgmaður greiddi frá ætlanunum hjá landsstýrinum um at økja samstarvið við ES. Tingfólkini vildu eisini hava meiri at vita um makrelósemjuna, og løgmaður greiddi frá støðuni hjá Føroyum í málinum. ?

Løgmaður og týsku tingfólkini umrøddu eisini alheims fíggjarkreppuna, og í hvønn mun kreppan kann ávirka Evru-samstarvið. ?

Tingnevndin er á kunningarferð í Føroyum í gjár, í dag og í morgin og hon skal eisini fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Uttanlandsnevndina, og Havbúnaðarfelagið.

Hetta er fyrstu ferð, at nevndin vitjar í Føroyum, og mikudagin gongur leiðin víðari til Noregs.

Á myndini síggjast ovast vinstru: Krista Sager (Die Grünen), Michael Zenner, sendiharri Týsklands til Danmark, Føroyar og Grønland, Marlies Volkmer (SPD), Lars F. Lindemann (FDP). Niðast frá vinstru: Franz Thönnes (SPD), formaður fyri Týsk-norðurlendsku tingnevndini og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.