Til HM fyri seyðahundar

Í morgun fóru teir tríggir, Páll Poulsen við Taru, Eyðstein Jensen við Nap og Rene Hansen við Taff við flogfarinum á veg til heimsmeistarakapping fyri seyðahundar. Máli er at koma í hálvfinaluna.

Seinastu árini er áhugin fyri seyðahundum vaksin ógvuliga nógv í Føroyum. Og við hesum vaksandi áhuga verður eisini skipað fyri kappingum millum hundarnar.
Handlararnir, sum menninir við seyðahundi verða nevndir – eftir enska orðinum – fáa við einføldum boðum hundarnar at fara til høgru ella vinstru, fram ella steðga, og reka soleiðis seyðin har, teir vilja hava hann.
Páll Poulsen er liðleiðari á ferðini, og hann sigur, at áhugin millum føroyingar fyri seyðahundum er stórur.
- Vit eru út móti 200 limum í seyðahundafelagnum, so áhugin má sigast at vera stórur, sigur Páll Poulsen.
Tó eru ikki so nógvar kappingar í Føroyum, og tí eru avbjóðingarnar ikki so stórar, sum ynskiligt var.
- Tað er eisini ein av orsøkunum til, at vit fara uttanlands at kappast, sigur Páll Poulsen.
Tað er gjøgnum kappingarnar í Føroyum, at hundarnir kvalifisera seg til kappingarnar uttanlands, og hesaferð er so talan um heimsmeistarakappingina.
- Kappingarnar í Føroyum eru ikki so stórar sum tær uttanlands, og tí verða avbjóðingarnar eisini størri at fara uttanlands at kappast, sigur Páll Poulsen.

Nógvir hundar
Og kappingin hesaferð er ógvuliga stór.
- Talan er um einar 240 hundar, sum fara at kappast, so tala er um eina stóra kapping, sigur Páll Poulsen.
HM kappingin verður hesaferð hildin í Penrith í Onglandi.
- Hetta er í sonevnda Lake District nærhendis markinum millum Ongland og Skotland, sigur Páll Poulsen.
Sjálv kappingin verður í døgunum 14. til 18. september, men teir tríggir føroysku luttakararnir fara avstað í góðari tíð.
- Vit skulu venja okkum – og ikki minst hundarnar – við umstøðurnar og seyðin í Onglandi, fyri at vera so væl fyri sum gjørligt, tá kappingin byrjar, sigur Páll Poulsen.
Tað er altíð ein umfatandi fyrireiking, sum skal til, áðrenn farið verður avstað slíkar túrar, og hundarnir skulu vaksinerast fyri bæði eitt og annað, fyri at sleppa inn í londini, har kappingin nú einaferð er.
- Hundarnir hava eisini pass, har djóralæknarnir vátta, at hundarnir hava fingið neyðugu vaksinatiónirnar, sigur Páll Poulsen.

Kappast í fýra dagar
Til eina so stóra kapping skal nógv til, um føroyingarnir skulu gera seg galdandi.
- Alt skal ganga upp í eina hægri eind, um vit skulu hava ein møguleika. Har eru jú bestu hundarnir í heiminum at kappast ímóti. Men náa vit einari hálvfinalu, er tað avgjørt nøktandi, sigur Páll Poulsen.
Føroyingar hava fleiri ferðir áður roynt seg uttanlands við góðum úrsliti, og so seint sum í summar var Eyðstein Jensen til europeiska kapping við Nap, og stóð seg heilt væl.
Nú eru tríggir føroyingar so farnir til HM í Onglandi við trimum góðum hundum. Úrslitini gerast eisini betri so hvørt, sum føroyingarnir verða meiri royndir í at kappast á altjóða støði og venjingarteknikkurin betrast.
Mikudagin komandi verður parada, og síðani verða innleiðandi kappingar hósdagin og fríggjadagin. Hálvfinalan verður leygardagin, har føroyingar vóna framvegis at vera við, meðan finalan verður sunnudagin.

Náttúrligur áhugi
Tað, at áhugin fyri seyðahundum er vaksin so nógv seinastu árini, kemst heilt einfalt av, at menn hava fingið eyguni upp fyri, hvat ein veruligur seyðahundur kann.
- Vit síggja tað, tá vit eru á fjalli. Hundarnir gera eitt risa arbeiði, og renna lættliga í brøttum rásum, har tað krevur fulla konsentratión hjá einum manni at ganga, sigur Páll Poulsen.
Tey, ið minnast gomlu sonevndu seyðahundarnar, vita, at hesir ofta vóru til meira møði enn føði at hava við á fjalli. Áðrenn tú visti av, kundu teir leika í fremst í gonguni við tí úrsliti, at heila lortið slapp.
- Í dag er tað eitt spæl at ganga fjøllini í mun til tað, ið plagdi at vera, sigur Páll Poulsen.
Sum ein lið í at venja hundarnar og at betra um eginleikarnar hjá bæði hundum og handlarum, verður skipað fyri hesum seyðahundakappingunum við jøvnum millumbilum í Føroyum.
Kappingarnar verða skipaðai í trimum flokkum, 1, 2 og 3, har triði flokkur er hin besti. Men við at skipa fyri kappingum fyri minni royndar hundar, verða bæði nýggir hundar og minni royndir handlarar eggjaðir til at halda fram við venjingini.
Føroyingarnir, ið eru við til HM, koma aftur til Føroya týsdagin 20. september.