Til mín góða vin Viljorm

Skyldmann, skilamann, sambandsmann!
Hornamann, sum ikki enn hevur runnið hornini av sær.
Vertskapsmann. Vinanna vin.

ViljOrmur! Vorðið sum vágiligt og virðiligt navn!
ið rýkur av raskleika, roki og rossi
og Kornusar kvæði:
"Tað var reysti Viljormur, hann sínum svørði brá"
og
"Viljormur reið í herin fram"
og reglan um kappríðing hansara á Skemmingi:
"Viljormur sprakk í oddan fram".

Og eftirnavnið! Kann ikki vera hóskiligari
fyri Havnarborgara og samstundis heimsborgara,
sum húsvandur ferðast í heimi Tórs og annara guda,
tá ið hann ? tignarliga ? ber fram sínar
mentaðu megnarrøður.

Viljormur vinmaður er vakur maður,
bæði ásýniligur og ásíggiligur.
Ásjónin grisk gudaborin
Nøsin hábærsligt fínliga risin
sum Svartbakstindur í rísandi sól.
Eyguni gløgg, blá
skiftandi ímillum bítskan skerping og brosandi lýkku
? Stundum ? sorgbitin sár.

Spelkin spákar hann.
Stígur snarur og snúiliga í saðilboga.
Ríður reystliga um reyn í sólarroða.
Fattur sum ein kongur.
Ungligur sum ein drongur.

Meira verður ikki um hamin greinað.

? ? ? ?

Sinnalagið:
Ein virtuos kompositión av sandpappíri,
ánni úti í Horni, vulkanini Vesuv og kelduni Vígdá,
vígda, sáttliga vatnæðrin undir Sunnaraskarði:
Virkin, perlandi og reint lyntur sum løkurin.
Vanliga mildur og mjúkur sum baksíðan av blankiblaðnum
- vendir tó onkuntíð forsíðuna av sandpappírinum fram
? ta fíntkornutu við sandkornatættleika 3/4 ?
sum ikki rispar so hvast.
Men av og á ? oftani óvæntað ?
gníggjar hann við grovkornuta pappírinum
sum fær gosfjøll at goysa.
Tá flíggja fólk og fæ.
_ _ _ _ _

Nei vinur okkara Viljormur er als eingin keðilig bløka
ella hálvur kveistur, sum sópar skarn undir borð,
men háttvirdur høvdingi,
sum heldur sítt orð.
_ _ _ _ _

Hegnisligt handalag hevur hann í bæði borð.
Faðirin, Vilhelm í Horni,
Havna-Vilhelm, Brúgva-Vilhelm,
var fúrstin, sum hvønn jólaaftansdag
á føðingardegi sínum
í føroyskum festbúna
játtaði tokka sín til ommu,
sum onkuntíð var fosturmamma hansara,
við at trína inn um gátt hennara
við einari tign,
sum hevjaði hann heiðurliga
til einasta keisara í Føroyum,
á sama hátt sum greivin í Bø var einasti greivi
og biskuppur í Bø einasti biskuppur har.

Kongur búði eisini í Bø!

Lætta, skemtiliga, tó viðkvæma sinnið,
hegnið og stóra hjartað
hevur vinur okkara Viljormur
eisini eftir móður síni Onnu,
dóttir hegnarmannin Napolion uppi í Lon.

Hesu stórbaru, virksomu konu,
sum kveistraði hvørja byrðu til viks,
og við breiðu bringu síni varliga fevndi
um hálva sneis av børnum,
alt Bøfressar,
sum stetlaðu ímillum vakurt og væl
við Tórshamara snøggaðar steinar
í Tórstúninum rundan um smáu, rúmsáttu
Tórshúsini í Tórshavn.

Viljormur, vitugi vinmaður okkara
er margbroyttur maður.
Royndir hansara rúma um annað enn ross:
Fyrrverandi byggimatadorur
Byrsumaður, sum ikki brýggjar seg um byrsur
og byrsumenn
Kappróðrar- og kappríðingarmaður, kappi
Keypmaður og Klubbamaður.

Talari, temjari og traðarmaður.
Trolaramaður
við Norðbúgvanum á Norðurhøvum
har teir eftir einum túri
í fjøruti fimm
fiskaðu fyri fýra fimtingar av føroysku fígggjarlógini.
Tá.

Ferðamaður, fundarmaður og felagsmaður
Oftani formaður.
Oxygenmaður: Ilt og gass
"Mest gass", hevur argasti vinur hansara Rógvi sagt.
Í hvussu er hann átti at tagt.

_ _ _ _ _

Góði vinur okkara Viljormur!
Tilukku. Og takk
fyri ríðibreyt og ríðiferðir
suður undir Kamb
Sreymoynna á tamb
eftir Oyggjargøtu.
Av Oyrabakka í Elduvíkslíð
Av Hornafirði við Hornamonnum
til Egils stað og Eiðar
Av Seyðisfirði til Heraðsflóa
Og av Skagafirði
til Gullfoss og Geysir.

Takk fyri ferðir saman
at síggja føroyskan fótbólt
í fremmandum londum við
landsliði Føroya,
har vit sjeikar svóvu, snorkaðu og skálaðu
siviliseraðir saman
uttan at synda stórliga

Harafturat takk fyri hvønn heilsugevandi
dropa at dryppa í viski
úr vatnlindini Vígdá.

Og takk fyri góðveðursløtur
í Grønu Brekku undir Neytaskarði
og óveðursløtur
tá nøtrandi stóð hvør varði.

Men allarmest takk fyri Viljormur, veldugi vinur,
at tú, eins og veðurlagi
í føðilandinum Føroyum,
álítandi óstøðugt og støðug skiftandi
ert tann, sum tú ert.

Vamm er í hvørjum góðgripi.
Mong eru ellis vomm. Tó ikki hjá tær.
Vinur er hann, ið vomm sær.

?????????????????????
Á føðingardagsmorgni

Heðin í Horni